Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Úr seymiskríninum

Sum fyrsta klassa barn, situr journalistur í Kringvarpinum hesa vikuna, og spyr advokat um varðhaldsfongslingar, hóast hetta er grovt mannarættindabrot, tí talan er um píning, sum annars hevur verið góðtikið í ártíggir. Hví seta tey seg ikki inn í slík mál áðrenn tey gera samrøður, tá journalistar eru, sum hava upplivingar innanífrá, og vita hvussu fangar hava tað í slíkum støðum?

Hvør dagur telur í varðhaldsfongsling, sigur advokaturin, uttan, at journalisturin hevur evnir at spyrja inn til, um dómar hjá slíkum persónum, ikki verða avmáldir eftir hvussu leingi persónurin hevur sitið, tí rættarskipanin vil tryggja sær at varðhaldsfongslingin er framd eftir ávísum revsimáti, sum er meginrega, og skal viðkomandi tí ikki sita longri enn tað, sum svarar til ávísan dóm, og so má “javnvágin” finnast. Tað er ikki altíð tann rætti dómurin, men heldur ein hentleika-dómur, sum umbering fyri langa varðhaldsfongsling, ið ger seg galdandi.

Í áttatiárunum gekk tað so grovt fyri seg í Føroyum, at sami dómari varðhaldsfongslaði, og longdi varðhaldsfongslingar hjá persónum, og til seinast dømdi sami dómari persónarnar, sum jú var brand ólógligt. Sami dómari má ongantíð varðhaldsfongsla persón meira enn einaferð í sama máli, og tá má hann heldur ikki døma í málinum. Men hetta hendir, tá “Einglarnir” sita á varðhaldi, og tí er tað framvegis so illa statt.

Pressan pressar: Anna Ellingsgaard, journalistur, hevði sending í vikuni um Røddina, sum hevði viðgjørt fúlt evni. At skifta orð um moral og etikk, varð umboð fyri Kringvarpið hiva inn, og so ein Símun, sum starvast í umsitingini. ** Høgni Mohr, vildi hava fúlt tilfar. Tað vildi Símun ikki. Høgni Mohr, vildi hava at vita hvør skuldi greina fúlt og etiskt tilfar. Hann fekk onki svar. Men hevði hann svara sjálvur, so hevði hann bara sagt EG ella Kringvarpið, men tað er júst har, ketan dettur av.

Pressan pressar ikki pressuna: Hví reflekterar Ann Ellingsgaard ikki yvir fúlt orðalag, og byrjar hjá Dimmuni, sum eisini vildi uppala føroyingar at góðtaka rumparajournalistikk, og at øll skuldu læra at góðkenna samkynd krøv um hjúnarband, og eisini var farið at læra føroyingar um spanking í sovirúminum, og annað fúlt og gott. Dimman fór lúkst á heysin, misti fleiri hundrað haldarar yvir stutta tíð, serliga Skálafjørðurin toldi ikki uppalingina, og so er tað líka mikið hvat onnur halda og meina.

Rundborðið hjá losjuliminum í Pressuni, viðgjørdi eisini journalistar, sum nú vóru arbeiðsgevarar, og høvdu stovnað feløg, men ikki í kapping við tey ”STÓRU”. Seinast hetta undarliga orð bleiv brúkt, varð tað sagt um dummu og sossin. Tey bæði ”STÓRU” bløðini. So nú má tað eita tað ”Stóra” blaðið, og hini ”Stóru”. Hvat tey skulu gera er ikki gott at vita. Tey hava so fullkomiliga misskilt, hvat journalistikkur er fyri ein stødd, og blíva bara við í Pravda-stílinum, sum hesir somu sjálvstøðugu, settu lunnar undir hjá almenna Kringvarpinum. So mikið úr seymiskríninum hesaferð.

----

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...