Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Úr nálapútini

Vinstravongurin hevur verið í ekstasu um, at onkur heldur tað vera ov nógv, at Kringvarpið hevur spælt føroyskan tónleik í eina viku. Vit eru føroyingar, rópa tey vinstrahallu um geilar.

Eru vit so góðir føroyingar, hvussu kunnu vit so góðtaka, at mannarættindabrot dag og dagliga verða framd í móti føroyingum, bæði av føroyskum- og donskum myndugleikum Í FØROYUM.

Petur smuglaði kokain til Føroyar, var yvirskriftin á in.fo, men:

Hví skulu summar góðar søgur koma í in.fo, og hví skulu aðrar, líka góðar, og kanska betri søgur, ikki vera pláss fyri - t.d. gølan um Vinnuframagrunnin.

Hvønn gongur Miðlahúsið ørindir fyri. Spyrja bara, tí fleiri enn vit mugu undrast.

Hava altíð eina vón, men vit vænta ikki, at samkomu- ella kirkjuleiðarar, biðja um umbering fyri tann seksuella ágang, smábørn hava havt og møguliga eisini framhaldandi hava, í føroyskum kirkjum og samkomum.

Ein bandfesting av pedofili, prógvaði, at tað ikki nyttaði at biðja um umbering: Góði/a, tú; tað minnist eg ikki at hava gjørt í móti tær, men hevur tú upplivað tað uppá handan mátan, so biðið eg um umbering!

Og soleiðis koyrdi samtalan aftur og fram. Ikki einaferð játtaði pedofilurin seg sekan. Tað vandamikla er, at samkomurnar hava naiv fólk at hjálpa sær í móti størri opinleika. Og tey duga.

Fútin fekk í seinastu viku áheitan frá Skráseting Føroya, um at kanna Eik-grunnin, sum longu hevur fingið skriv aftur frá fútanum um, at málið er alt ov gamalt.

Hendan hentleika umbering virkar langt úti, tá ið kanningin av Eik-grunninum, sum Eyðfinn Jacobsen, advokatur, stóð fyri, varð liðug og handað skrásetingini í desember 2013.

Mannagongdin fyri at siga, at eitt mál er ov gamalt er, at ellis-klokkan byrjar frá teirri løtu, eitt ávíst lógarbrot er staðfest, ikki nær hetta er framt, og so skal hetta setast upp í móti revsirammanum, fyri at finna fyrningartíðina. Eftir hetta er rættast hjá Skráseting Føroya, at kæra avgerðina við neyðugu grundgevingunum, tí her rennur fútin undan ábyrgd. Hetta var nálapútan hesa vikuna.

----

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...