Oddagrein: Úr meldrinum
Nú er tað dýrari hjá aktivistum, at forstýra ein grindarakstur, enn tað er hjá pedofilum, at gera seg inn á smábørn í Føroyum. Haraftrat gongur heimastýrismafian frá áttatiárunum enn leys. Tað kostaði landskassanum 3 milliardir, sum danski ríkiskassin lænti føroyingum fyri marknaðarrentu. Helst, sum plástur á sárið fyri, at dómsvaldið og løgreglan lat allar sleppa undan ákæru. Lánið er ikki enn goldið.Fátækramarkið er sambært andstøðuni, helvtin av eini miðalinntøku. Láginntøkur koma ikki uppá tal!!??? Nevnt hevur verið, at kr. 18.000,00 er helvtin - t.v.s., at lóggevur løgtingið stuðul til tey við hesi upphædd, so svarar hetta til, at lønarstuðul má latast til øll, og tað svarar til fleiri 10 tals milliónir.
Tað kann so ongantíð vera tað sama at vera fátækur við arbeiðaraløn, og tað, at vera fátækur við einari meðal- ella akademikaraløn. At flyta markið uppeftir, og lata landskassan stuðla kann bara enda við, at landskassin ikki orkar. Sokallaðu arbeiðaraflokkarnir hava nú valt at flyta markið upp til akademikarnar, og lata tey veikastu fátæku sigla sín egna sjógv, men tað heldur ikki landinum uppi, og nær hava føroyingar góðtikið at seta markið við medianinntøkuni, sum Einglapressan prosuderar á Facebook?
Nær hava føroyingar avgjørt at medianinntøkan er markið fyri fátækradømi í Føroyum?! Hetta er heimagjørt andstøðuuppskot fyri at flottenheimarar ikki skulu spara uppá luxus-vanarnar, og soleiðis fingu tey ríku jóla- og annað stuðul við Einglapressuni, sum eygleiðara.
Tjóðveldisumboð, happar sambandsfólk fyri ikki at vísa hógv, tá Edmund Joensen, biður danir halda orð, og við blokkinum, ikki gera mun á danska og føroyska sjúkrahúsverkinum. - Formaðurin hjá Tjóðveldinum vil hava danir at gjalda sína pensjón frá fólkatingsarbeiðinum. Var tað kanska fyri undirskriftina, tá hann lovaði, at halda og virða donsku grundlógina?! Thorstein Petersen, noktaði; tað sigur Zakarias Wang, seg eisini fara at gera, men formaðurin í Tjóðveldi, skrivaði undir, og vil hava donsku pensjónina!?????
Norðlýsið, sum er 10 ár eldri enn Danmarks Radio, er framvegis alneyðugt fyri at siga okkum veruleikan, sum hann er, sigur Egil Hentze. Onki er longri frá sannleikanum. Norðlýsið fortelur ikki veruleikan, sum hann er. Lokalblaðið fortelur bara tann veruleikan, sum lokali maktstruktururin krevur av blaðnum fyri at fáa loyvi at liva. Tað, sum Eigil tosar um, er fundamentið undir stovnanini av blaðnum, sum ongin hevur havt dirvi til síðani Bergur Jacobsen og samsintir, áttu lokalu hvøssu pennarnar.
Hetta var so nakað úr meldrinum hesa vikuna. Vit fara í næstum eisini at viðgera Eigarafeløg, sum í móti mannarættindakonventiónini, tvinga húsaeigarar til limaskap, sum ikki ynskja hesa tvangsinnliman.
Her spælir rættarskipanin við, og góðtekur ikki mannarættindaprinsippini.