Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Úr lippukassanum

Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum sigur, at hon kann ikki bera ábyrgdina fyri, hvussu journalistar arbeiða, tá hon ikki er til arbeiðis, men vit eiga so øll at spyrja okkum sjálvi, hvør eigur orðini snýt, ella snýtti. Tey eru so ikki dottin niður úr rúmdini. 

Tá hetta orð verður tikið uppaftur, og enntá er ein reyður tráður gjøgnum sendingarnar, við ella uttan tíðindaleiðaranum við arbeiðspultin, og tað als ikki í øllum førum kunnu sigast at vera endurgevingar, so er tað linjan, KvF hevur lagt.

Og tíðindaleiðarin kundi so heldur ikki svara, hvør so hevði ábyrgdina, um tað ikki var tíðindaleiðarin.

Lat okkum skjótt lýsa støðuna, tá KvF journalistur, fann norður til Hellurnar, har rithøvundurin, og journalisturin, Jústinus Eidesgaard, partvíst býr, og undir hugnaligari samtalu sigur havnarmaðurin á Hellunum, at tað ber ikki til at hava ein landsstýrismann, sum snýtir í tolli.

Lat okkum so fara til Lisbeth L. Petersen, fyrrverandi, forkvinnu í Sambandsflokkinum, sum sat nógv ár í løgtinginum, og hevði eisini verið borgarstjóri í Havn. Heldur ikki hon helt, at tað sømdi seg at hava ein landsstýrismann í fíggjarmálum, sum hevði snýtt í tolli.

Júst somu niðurstøðu kom Poul Michelsen, formaður og stovnari av Framsókn, til: Tað ber ikki til at hava ein landsstýrismann, sum hevur snýtt í tolli.

Í orrustini royndu teir fýra journalistarnir at verja seg sum frægast. M.a. førdu teir fram, at sakførarin hjá Jørgen Niclasen, hevði hótt tey, men hetta varð víst aftur av Christian Andreasen. 

Talan var um ein annan advokat, Annfinn Vitalis Hansen, sum fleiri ferðir hevði reypa sær av at fingið Dan Klein, blaðstjóra, í fongsul fyri minni enn tað, teir fýra journalistarnir høvdu skuldsett Jørgen Niclasen, fyri.

Vit kava eisini niður í justitsmorðini, sum lesast kann meira um í blaðnum.

Og vit hava eisini grópa fram upplýsingar um Anniku Olsen, sum onkur helt, hvørki var fuglur ella fiskur í løgtinginum.

Men Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, váttar, at hann hevur fingið skrivliga váttan fyri, at Annika Olsen hevur váttað, at hon er partur av valbólkinum hjá samgonguni, og tí var ikki neyðugt við nevndarvali.

Og so var ikki meira úr lippukassanum á hesum sinni