Oddagrein: Úr kramarhúsinum
Áhugaverd vika, har Norðlýsið metir seg skula renna ørindir fyri onkran í samband við lastina hjá Ran, sum bleiv kolldømd. Í staðin fyri at spyrja til sakligar grundgevingar - t.d. um hví fiskurin ikki var mannaføði, tá veruleikin er, at hendan niðurstøðan ikki er komin frá øðrum enn einari kunngerð, sum bara ikki viðgerð góðskuna.
Blaðið kundi t.d. havt spurt:
Hvat er grundarlagið hjá Heilsufrøðisligu Starvsstovuni fyri at siga, at fiskurin umborð á Ran ikki var mannaføði?
Byggir avgerðin á haldgóðar tekniskar kanningar, gjørdar av fiskinum á granskingarstovu, og hvørji eru so teknisku virðini í kanningunum, og hvussu høg/lág kunnu tøluni vera, at sigast kann, um talan er um mannaføði ella ikki?
Hví verða bara pástandir, og ongi teknisk prógv løgd á borðið, at byggja uppundir eina so álvarsama niðurstøðu?!
Hátturin, hvussu fiskurin er goymdur, kann ómøguligt einsamallur avgera góðskuna av fiskinum, ella hvussu?!
Men tá eitt blað rennir ørindir, er ikki lætt at fara eftir øðrum viðkomandi spurningum, og tá vit so ikki hava annað enn Einglapressuna, ja, so eru vit øll meira ella minni prísgivin.
Lat okkum so bara taka sendingina hóskvøldið, har Kringvarpið vildi hava onnur at síggja stovnin, sum okkurt slag av statisti í gøluni um Eik, tá Kringvarpið var størsti viðspælari, Eik kundi hugsa sær at hava.
Nú bleiv túrurin hjá Kringvarpinum inn í ævintýrheimin saman við Eik-fólkunum, knappliga brúktur til at skapa sær neyðugu frástøðuna til Eik-gøluna. Tað pyntaði tó ikki uppá sendingina, at fokus var á ein deildarleiðara hjá Eik, ið endaði, sum stjóri, so gylti vegurin hjá Eik kundi lýsast enn betur í Kringvarpinum.
Tað var heilt tíðuligt, at Bárður Nielsen, skuldi uppfatast hjá hyggjarunum, sum hentur idiotur, ið rann ørindir fyri Eik fyri at sleppa framat fatinum, men eingin skuldi hugsa um, at tað var sjónvarpið, ið bar tíðindini inn í húsini, sum partur av arbeiðinum, at sita á Eik-hestinum, sum í sendingini var skiftur út við hestin hjá Financiel Stabilitet.
Jú Kringvarpið visti at borðreiða við ákæruritinum hjá Financiel Stabilitet, men royndin at fjala sín egna leiklut á sama Eik-hesti, og gera Kringvarpið til statistin, ið einki visti, riggaði ikki.
Hetta var so úr kramarhúsinum hesa vikuna.