Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Úr kramarhúsinum

Mikið kjak hevur tikið seg upp í Kringvarpinum í samband við samskifti hjá løgmanni og CIP. Í hesum sambandi hava skuldsetingar fokið um oyruni á Liljan Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpinum, um, at hon hevur verið skrivari hjá Tjóðveldi á Fólkatingi.

Hetta hevur hon víst aftur, og sigur, at hon arbeiddi fyri Norðuratlantsbólkin, sum næstan kann koma út uppá eitt, men er kortini óviðkomandi fyri kjakið.

Sjálvandi skal Liljan Weihe, hava loyvi at virka, sum journalistur, uttan at tað rakar nakran, hvar hon hevur arbeitt, um tað ikki beinleiðis kann ávísast at víkja frá starvinum, sum journalistur.

Annars rakar tað hvørki løgmann ella nakran annan! Men tá tað er sagt, so er tað ikki so lítið ræðandi við kritikkinum um, at ein rúgva av fólki eisini metir, at ein ávísur flokkur, ella politikari er serliga nógv at hoyra í einum annars óheftum Kringvarpi Føroya.

Tað er ræðandi um stovnurin ikki finnur politisku javnvágina.

Á Facebook hendir nógv. Her fáa vit at vita, at loyniligir bólkar samlast, at hunddálkað aðrar persónar, sum bara ikki sleppa at svara uppá kritikkin.

Blaðstjórin svarar soleiðis einum persóni, sum ikki toldi kritikk, og krógvaði seg aftanfyri gekkaskort fyri at hunddálkað mannin:

Tú fært altso ikki innivist hjá okkum allíkavæl. Hetta vóru boðini frá einum, ið ikki kláraði at svara sakliga aftur uppá kritiskan spurning. Hesin er helst sloppin inn í hitan hjá kliku, at spilla persónar út í einum myrkum króki, sum tey ikki tora at konfrontera beinleiðis. Neyðardýr og mammudreingir við ongum dirvi, sita og kela hvør fyri øðrum.

Tað er einki minni enn ørskapur, tá presturin úr Kvívík, saman við Kringvarpsteologinum í vikuskiftinum komu til ta niðurstøðu, at øvund í bíbilskum týdningi, nú bara kann koma undir kapping, og tí gott kann góðtakast. Tey kunnu ikki bara seta seg á trónuna og broyta týdningin av einum orði, sum tey ikki duga at greina. Hatta er onki minni enn ein “akademiskur bummtúrur”, sum átti at verið stór skomm at lýst alment. Presturin í Kvík var tó framvegis kringur í gjár. Knappligar var syndin blivin til sjúku!??

Kringvarpið hevur lagt seg eftir at brúka John Johannesen, fyrrverandi politikara, og núverandi embætisfólk hjá Ríkisumboðnum, at gera viðmerkingar: Jú jú, donsk embætisfólk hjá Ríkisumboðnum, hava jú eisini eina meining um føroysk viðurskiftir, og vita eiisni hvar loyalitetsskyldan liggur, ella hur?

Hetta var nakað úr kramarhúsinum.

----------

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...