Oddagrein: Úr klemmukassanum
Hesa vikuna hevur mangt verið úti á snórinum. M.a. var ein sera kontroversiell niðurstøða endurgivin á portalinum hjá Sossinum, sum hevði verið á fundi í Miðflokkinum, har útlendskur røðari hevði kontroversiellan boðskap:
“Ongin tjóð í Evropa er so kristin, sum føroyingar”, stóð á lesa á in.fo, sum tó er ein lodrøtt, men helst hevur tað sína ætlan, at fremmandafólk skulu hava hesa fatan: “Tað er merkisvert at hoyra, hvussu nógv kristin vinnulívsfólk eru í Føroyum, “verður endurgivið av tí fremmanda.
Her vænta vit ikki, at Harrin verður mildur tá uppgerðin av mannarættindabrotum skal út á snórin at hanga. Forfylgingin av ósekum, penga- og flippu-incest í móti egnum og annara børnum.
Bestiltir dómar, betaltir dómar, og korrupt fólk, sum heldur vilja hava lønina her og nú, tí tey hava ikki stundir at bíða eftir ríkidøminum ella dóminum í Himmiríki, og so myndugleikarnir, sum vildu spæla við á sama liði, sum ongantíð vildi fingið limaskap í røttum fólkastýri, og heldur ikki í ÍSF.
Harrin fær úr at gera tá føroyska samfelagið skal eftirmetast.
Rúni M. Hansen, ið stjóri hjá stóra oljufelagnum Statoil, sigur hetta, sambært olivant.fo :
“Oljuvinnan er ov illa lýst í Føroyum. Bæði møguleikar og vansar við einari komandi oljuvinnu í Føroyum”.
Vita tit, hvar hann var staddur, tá hann segði hetta:
Á Christiansborg í Keypmannahavn!
Hevur maðurin etið bláseym, síðani hann kann siga slíkt tvætl í danska fólkatinginum?
Men orsøkin er greið. Hann kundi latið vera við, at tikið í móti so skít-býttari innbjóðing frá Sjúrða Skaale, sum ikki evnar at reflektera yvir støðuna hjá føroyingum í Føroyum, men hongur alt uppá eitt danskt snóratræ.
Hesa vikuna hongdi Psykiatriska Depilsleiðslan, seg sjálva út á snórin. Tað er nógv, sum bendir á, at Páll Suni Joensen, nú liggur spentur fastur í reimar. Maðurin hevur sálarpínu, men skal tvingast at eta antabus, og fær meira í tveir dagar enn fólk kunnu fáa í fjúrtan dagar.
Hann hevur eisini talt árinini av heilivági, hann fær. Ikki færri enn 157 nekativ árin, og tá vit ikki tora meira, lata vit lokið aftur á klemmukassanum, at hesum sinni.
----
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...