Oddagrein: Úr gággukassanum
Til alla lukku hava vit fingið eitt internet, so vit skjótt, effektivt, og knallhart kunnu vísa á lógar- og umsitingarbrot av øllum handa slagi.
Hetta hevur so ført til, at tað ikki ber líka væl til í dag, at lúgva fyri fólki, og vænta at ongin svarar aftur.** Netið er sera effektivt, og tað er skjótt at hvølva sannleikan omanyvir lygnina, og kvala hana í føðslinum, men tað krevur tó at vilja at broyta sjúkar siðvenjur.
Í blaðnum í dag gera vit ikki so lítið burturúr, at Sosialurin bestillir eina veljarakanning, og roynir so at manipulerað flokkar og persónar út í kuldan fyri at venda lygnini til einasta sannleika, og gevur ikki møguleika at svara aftur.
Tá ið slíkar kanningar verða gjørdar, so er sera avgerandi, at tey, sum gera kanningina eru saklig, og objektiv, og tað skulu tey eisini vera, sum greina kanningina.
At politikarar og onnur, sum ein slík kanning kínur fyri, fara út og gera sær dælt av servinum, er sum tað skal vera. Lygnin er teirra fylisveinur.
Men í Føroyum eru vit fakliga har úti, at kanningar verða býlagdar, at hava eitt ávíst úrslit, fyri at passa inn í leiku-kassan hjá onkrum, og tað er ikki í lagi.
Í Føroyum er onki, sum tað skal. Vit hava framvegis politisku flokkarnar, men teir eru ideologisk fullkomuliga á linju, hyggja vit burtur frá sambandinum og tjóðveldi.
Men tað stuttliga her er, at Sambandsflokkurin er trúgvur í móti ríkissamstarvinum, og tí hava danir ikki brúkt sínar kreftir uppá tann flokkin, men hava heldur valt at broderað seg inn í Tjóðveldi, sum ríkiseindin afturfyri hevur fingið gott tamarhald á.
Sí greining um eina veljarakanning inni í blaðnum.
Tað syrgiliga við at hava eina óalítandi, sokallaða almenna pressu, eisini nevnd Einglapressan, er, at hon lýgur so illa, og heldur fólk fyri tað turra spott.
Har eru tey ikki bangin fyri at nýta pástandir og lygnir, sum ikki eru eftirfarandi, sum einasta sannleikan, og evna so at endursenda hetta um geilar, men tíbetur eru tey langt síðani avdúkaði, og eisini avskrivaði. Føroyingar hava funnið aðrar keldur til vitan. Skuldu hesi liva av at framleitt tíðindir á vanligum handilsligum grundarlagið, so fóru tey heilt skjótt á heysin, tí er neyðugt við súgvirørinum.
Meira kundi verið at frætt úr gággukassanum, men tað má bíða til eina aðru ferð.
-------------
Hald kann býleggjast á www.oyggjat@olivant.fo, ella við at ringja 31 44 11