Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Úr chili-dósini

Nú Sosialurin og Kringvarpið válka sær í Knassum: -Hvussu stendur so til hjá Miðlahúsinum?! - Nær koyrir bankin Sosialin og restina út av tromuni? Tað hongur neyvan heldur serliga væl saman, at betala lønir til starvsfólkini, men ikki gjalda skuldina til bankan niður, ella hvussu?! 

Og hví vil Sosialurin ikki gera viðmerkingar til sína egnu støðu, sum als ikki verður betri av, at Knassar hevur tað trongligt….

Tann nýggjasta gølan hjá Atlantsflog er, at Taks hevur staðfest, at brotið er inn á goymsluna, og at felagið hevur útflýggjað ótollaðar vørur, bæði í 2011, og í 2015, men avleiðingarnar verða hildnar í familjuni. Hvørki landsstýri, stjóri ella nevnd, hava víst tekin um at rætta uppá ella at viðmerkja gølurnar í flogfelagnum. Vit hava verið í samband við Magna Arge, sum ikki vil gera viðmerkingar til tíðina, hann var stjóri. Tað vil Jørgen holme, sum avloysti, Magna, heldur ikki, og tað sama var galdandi fyri hansara nevnd, sum enn situr á skýnum, men við nýggjum stjóra…

Páll Suni verður, hóast sekur, ikki revsaður!?

Hetta kunnu vit skjótt staðfesta, eru løgin boð at fáa frá øvrigheitini. Vit spola tíðina aftur, tá løgreglan skuldi hava onkran at taka ábyrgdina fyri, at ein stórur rútur var brotin á politistøðini í Klaksvík. Hvørki tá ella síðani var nakað prógv fyri, at syndarin var Svínoyingurin í Lopra.

Men í brævinum fær hann eisini at vita, at hann hevur ein sokallaðan viðgerðardóm, og at hann ikki enn er útgingin. Hesin dómurin gongur út uppá, at leiðandi yvirlæknin á psykiatrisku deild, fær løgregluna at hjálpa sær, at taka mannin, og gevur honum eina sproytu av nøkrum, sum ger hann so knettarundan, og sum hann als ikki tolir.

Hann stúrir fyri sínum egna lívi. Kortini verður hann tvangstikin…

Og undir viðgerðini av Læknastríðnum, hendir okkurt áhugavert:

Aftaná frágreiðingina hjá Fischer Heinesen, kom túrurin til ríkisumboðsmannin, Elkjær Hansen, sorinskrivarin, Erik Rendal, politimeistaran, Feilberg Jørgensen.

Tað skal sostatt ikki nógv hugflog til at koma til ta niðurstøðu, at her vitna somu persónar, sum beinleiðis ella óbeinleiðis høvdu áhuga í hvønn veg rættarmálið vendi. Í dag vildi hetta verið nevnt grovur inhabilitetur, og Danmark kundi verið sloypa inn í altjóða dómstól, men tíverri er hetta heldur ikki ókent á okkara døgum.

Hvørjaferð Oyggjatíðindi kemur út, stendur á navnabrettinum, at blaðið er undir ríkissensuri, og soleiðis hevur støðan verið í 30 ár.

Ikki meira úr chili-dónsini á hesum sinni.