Oddagrein: Upp í nevan av sólarmyrkri...
Í dag fingu føroyingar rættiliga reklamu, sum vildi nakað. Tey allar flestu fingu nakað burturúr Sólarmyrkingini, og upplivdi hana - summi fyri fyrstu ferð, onnur bæði aðru og triðju ferð, men fyri tey flestu var hetta ein stór uppliving, sum vakti serligar kenslur.Tí virkaði tað so býtt, at privati stjórin fyri ferða-fólki, longu í gjár var úti í miðlunum og segði, at hon hevði boðið alheims pressuni til ein døgurða, og at tey har høvdu sagt, at tey vóru ikki so kedd av at missa sólarmyrkingina, tí tey høvdu upplivað so nógv...!!??
Halloooo. Hvat var nú hatta fyri nakað. Hvar kom hatta frá? Eingin veit, men vit mugu ganga út frá, at talan hevur verið um dropatos, sum so hevur verið brúkt alment, skuldi sólarmyrkingin kortini ikki rigga, sum tey flestu vónaðu, og lukkutíð komu at uppliva.
Tað er tó at vóna, at hasir gestirnir vóru vaknaðir aftaná handan bitan við galopp-dropum.
Og so var tað Tjóðveldis formaðurin, sum ikki heitir á landsstýrið at hjálpa teimum føroyingum, hvørs mannarættindir verða traðkaði niður, tí politiskir flokkar, sum Tjóðveldi, lata eyguni aftur og søkja sær stuttligari átøk at stuðla úti í heimi?!
Vit vita at tann politiski flokkurin ikki hevur hjartað fyri sosialt veikum, ella teimum, hvørs mannarættindir verða traðkaði fyri fót. Formaðurin vil, at blokkurin skal burtur, meðan hann persónliga ikki vil sleppa sínari egnu fólkapensión fyri árini, hann sat, sum fólkatingslimur. Hann hevur hjarta fyri sær sjálvum!! Hini kunnu helst ikki nýtast til so nógv annað enn, sum atkvøðuneyt: Hin ríki er tryggjaður; hann kann tí saktans sleppa blokkinum.
- Man Kringvarpið halda, at sjálvstýrisflokkurin hevur staðið í stað síðani 2011? Tað er onki nýtt, at Kári á Rógvu, varð valdur út, og seinni doyði. Kristianna Winther Poulsen, fekk ikki floksleiðsluna at taka undir við henni í spurninginum um samkynt parlag, sum annars fríttstillar øll tingfólk floksins, at taka undir við ella lata vera. Tað sama sum galdandi er hjá Sossunum, har, Kristianna, annars hevur leitað sær “friðskjól” fyri sínum egnu politisku hugsjónum. Tað er einki nýtt heldur, at Skorheim ikki vil stilla upp fyri Sjálvstýrisflokkin, og at orsøkin er, at hann krevur at gerast formaður. Hví lagnan hjá hesum flokkinum skal spæla nakra stóra rollu í einari bestiltari veljarakanning hjá Sosialinum er meira áhugavert enn læruríkt.
Hetta var upp í nevan av sólarmyrkri...