Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Upp í kramarhús av hjørtum

Zakarias Wang, ummælir nýggja bók um Læknastríðið í Klaksvík, og hann sigur:

Tað, sum vit hava saknað, er ein frágreiðing frá teimum, sum taptu klaksvíksstríðið. Frá teimum, sum vóru uppií og bardist so manniliga, at tað vakti ans um allan heim, og settu ein blett á teir myndugtleikar, sum hóreiggjaðu sær sum statsterroristar.

Og nú er bókin komin!

Tað er ein av okkara kringastu pennum, sum hevur givið okkum eina bók um síni unglingaár sum luttakari í mótstøðurørsluni í Klaksvík í fimmtiárunum.

Høvundurin er Líggjas í Bø, sum er føddur í 1938 og tí var fjúrtan ár tá stríðið tók seg upp. Hann hevur sitið undir hvørjum orði og ofta verið hjástaddur, tá hendingarnar eru farnar fram.

- Hetta var eitt ótrúligt bragd, og sum Líggjas ger vart við, er hetta sambærligt við tey avrik, sum frælsisrørslur um allan heim hava at vísa á frá teirri, sum tók seg upp í Amerika í 1776 til tær í triðja heiminum í okkara tíð, skrivar Zakarias.

Vit skriva eisini:

Rúni Heinsen, stýrisformaður, avdúkar seg sjálvan, tá hann svarar uppá hvussu klagur um KvF verða avgreiddar: “Tí hevur stýrið tað mannagongd, at KVF, í ávísum føri umvegis advokat, fyrireikar málið, sendir tað síðan til formannin. Formaðurin sendir tilfarið til stýrislimirnar, sum hava høvi at koma við viðmerking.

Og so var tað Toll-gølan í R7:

Týsdagin var aftur sending um tollmálið, sum var onnur sending í røðini. Í fyrru sendingini vóru gestirnir, Sveinur Tróndarson, Liljan Weihe, og John Wiliam Joensen. Í hesi seinnu sendingini var Dan Klein, blaðstjóri, gestur. Vertur var, sum vant, Eivind Jacobsen. Men sendingin østi, og so má sigast, at hon rakk langt. 

Dan  Klein vísti eisini á, at hann helt tað vera lítið virðiligt, at Liljan Weihe, aftaná frídømingina, sat og fortaldi fyri opnari mikrofon, at tey høvdu prógvað, at Jørgen hevði snýtt í tolli, tá hon rann undan ábyrgdini, tá hon í rættinum segði, at hon kundi als ikki hava ábyrgdina fyri somu úttalilsum, tá hon hevði frí, og ikki var til arbeiðis.

Hon kundi bara víst á ”prógvið” um, at Jørgen hevði snýtt í tolli, men tað kundi hon ikki, tí hetta ikki kemur fram fyrr enn aftaná, at tríggir danskir dómarar hava tulkað føroyska tekstin, at snýtt kortini ikki var snýtt í føroyskari merking????!!!

Ikki fleiri kramarhús av hjørtum hesaferð.