Oddagrein: Upp í eitt krúss av løgreglusjuski
Tað, sum vit hava upplivað seinastu dagarnar er so undrunarvert og óvanligt, at tað er ringt at trúgva.
Vit sóu í sjónvarpinum hóskvøldið, at mamman og pápin hjá Pidda, gleddust um at hava fingið vissu fyri, at beinagrindin, sum er funnin er av soninum, sum nú kann verða grivin.
Men tey vístu eisini sína ónøgd við løgregluna, tí alt ov nógvir leysar endar eru, og at óvissan um sonin tí eisini er stór.
Í dag kann blaðið eisini avdúka, at Emil Sólskerð, líka síðani mánadagin 7. november 2011, hevur vitað, at Piddi var tveittur í brunnin við byrgingina hjá SEV á Eiði.
Tað, sum ræðir er, at løgreglan noktar at taka hesar upplýsingar í álvara, og tó, at tað í skrivi stendur, at løgreglan hevur verið á staðnum, saman við eiðismanni, vita vit, at eiðismaðurin hevur víst hesum aftur, sum hent umbering, tí tað er ikki satt.
Tað er ikki bara ein persónur, sum knýtir hendingina á Eiði til Piddamorðið.
Eitt par var eisini á byrgingini um somu tíð, sama kvøld. Parið var til avhoyringar hjá politinum, og spurdu um tey kundu síggja myndina av tí fongslaða skuldsetta manninum. Kanska tey eisini kundu vátta, at tað var hann tey høvdu sæð hetta kvøldið.
Í staðin fyri at vísa áhuga, varð politisturin illur og næsvísur. Tað endaði við, at sjónarváttarnir ikki fingu sagt hvønn tey høvdu sæð á byrgingini.
Men tá tey fingu at vita, at talan var um ein kroata, sum kallaðist, Milan Kolovrat, royndu tey at leita navnið upp á Facebook.
Har var eingin ivi tá tey sóu myndina. Tað var Milan Kolovrat, tey høvdu sæð á byrgingini, saman við øðrum persóni, mánakvøldið 7. november 2011.
Hetta hevur løgreglan síðani fingið at vita, men líka mikið hvat, so vil løgreglan ikki opna málið av nýggjum. Dómur er dómur, og har er onki at fara eftir.
Tey sum siga hetta, hava øll verið partur av málinum í 2011, uttan Jón Klein Olsen, varapolitikommiserur, sum hevur átikið sær papageypa-leiklutin at taka upp eftir teimum, sum siga, at har er onki at koma eftir.
Samstundis umboðar hann fútan, sum spakuliga verður sósaður inn í strategiina, sum meira og meira minnir um grovt cover-up.
-----------
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……