Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Upp í eina tunnu av undran

Føroyingar standa spyrjandi í flest øllum aktuellum málum, men fáa onki svar, men um dagarnar kom so eitt svar uppá ein spurning, sum í nógv ár er settur fram:

Í viðmerkingunum í landsroknskapinum 2012 er upplýst, at Gjaldstovan hevur fingið ein aktuar at meta um, hvat tað hevði kostað, hevði landið keypt seg leyst frá eftirlønarskylduna nú.

Úrslitið er 3,86 mia.kr. Av hesari upphæddini verður mett at danir eiga um 400 mió.kr. av skylduni. Nettoskylda landskassans er sostatt 3,46 mia.kr.

Hetta eru lemjandi tøl, sum løgtingsgrannskoðararnir vísa á í frágreiðing.

Talkøn ivast ikki í, at føroyska samfelagið er á veg rabundus, tí í longdini megnar landskassin ikki hesar útreiðslur, men tað hava roknskaparkøn eisini havt varhugan av í fleiri ár. Nú eru so tøl á borðinum

Herfyri boðaði løgmaður frá, at hann ynskti at tinna út í útreiðslunum til nevndir og ráð, men hetta gongur illa í hond við boðskapin frá Ferðaráð Føroya um, at nú skal tann parturin av ráðnum vera eitt alment partafelag.

Er tað nakað, sum kostar, eru tað tey almennu partafeløgini, sum samstundis gevur stjórunum høgar lønir, góðar pensjónir, og uppaftur betri fráfaringaravtalur, antin tað er eitt spark ella um umstøðurnar eru aðrar.

Onkustaðnar fáa føroyingar kenslu av, at tað ber rætta vegin, men enn er onki prógv komið á borðið. Nú er tað skjótt langt síðani, at landsstýrismaðurin í Vinnumálum, saman við løgmanni, var meldaður fyri onki at gera við óreglusemi í Vinnuframagrunninum.

Hvat hendir í Atlantsflogi, kunnu fólk bara gita um, men tað verður staðfest, at stjórin varð boðsendur at koma á fund eitt leygarkvøld, og tá hann fór av aftur fundinum, fekk hann hvørki fartelefon ella bil við sær.

Hann slapp við øðrum orðum, at rudda upp eftir sær undir eftirliti.

Hvat hendir, veit eingin, men keldur vilja vera við, at eksternir grannskoðarar, og talknúsarar kanna øll viðurskiftir, men tað hevur givið teimum høvubrýggj, at teir ikki finna øll leiguflogfør, men nakað úrslit skal ikki væntast av hesum kanningum fyrr enn í juni mánaða.

Men hetta gevur so upp í eina tunnu av undran.

----

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...