Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Upp í ein lógva av svansi

So kom hasin frákoyrdi kanningarstjórin við rokningini, sum tó ongin kennir upphæddina av.

Hetta vísir hvussu langt úti maðurin er í sínum metingarevnum. Ongin føroyingur, uttan kanska bara ein lítil fólkafloksklika, heldur, at maðurin skal hava pengar fyri rokningina.

Sjálvur stendur hann uppá, at hann var ikki inhabilur at viðgera tunnilsmálið, tó at hann var svartdálkaður av fingramerkjum, sum ongan iva lat vera um, at hann hevði verið niðri í hasi tunnuni og róta, og kláraði ikki at vaska lortin av.

Hann er sostatt ikki komin burturúr síni egnu naivu barnatrúgv um, at heldur hann fyri eyguni, so sær ongin at hann er til staðar.

Syrgiligt, og fólk mugu vera umskilt, sum hugsa, at hasin kann ikki hava staðið nær, tá talentini vóru deild út yvir mannaættina.

Hann er ikki so lítið kendur heldur frá sínum yrki, og tað dregur heldur ikki upp í trúvirðinum.

Vit síggja og uppliva, at allur formansskapurin uttan formaðurin sjálvur, vilja nokta at betala hasa rokningina.

Tá vit so eisini hoyra, at formaðurin í løgtinginum boðar frá, at hini í formansskapinum onki hava við máli at gera, sendir hann eitt signal um, at hann ætlar sær at gjalda rokningina, og at ongin skal forða honum í hesum.

Skrivstovustjórin í løgtinginum, Súsanna Danielsen, hevur annars úttala seg um, at hevði hon havt tað vitan, sum hon fekk seinni um leiklutin hjá advokatinum, sum ikki slapp at vera kanningarstjóri, vildi hesin heldur ikki verið í uppskoti.

Súsanna Danielsen, hevur síðani sagt seg úr starvinum, men vit leggja merki til, at gegnistrupulleikin hjá hesum, ið nú ætlar at fáa pengar fyri ta stuttu tíðina, hann var útnevndur kanningarstjóri, ikki er sent til Advokatráðið í Danmark, ið annars hevur reglar um, at er ein limur inhabilur í einum slíkum máli, so hevur viðkomandi ikki rætt til eina krónu.

Tað er tí at vóna, at løgtingsformaðurin sissar seg, og sendir málið til fakfelagið hjá advokatum, ella til ein óheftan persón, sum er professari í løgfrøði.

Men vónirnar eru ikki góðar, tí hetta mál er ein biximatur av samanrenningum, bæði fakligar og politiskar.

Advokaturin hevur umboðað Fólkaflokkin á tingi!

----

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...