Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Tjóðskapurin á breddan

Tað er onki at ivast í, at Zakarias Wang, setti dagsskránna, og vann valið. hann vakti tjóðskaparkensluna. 

Zakarias Wang, valevni hjá Uttanflokkalistanum til Fólkatingsvalið hósdagin, 18. juni 2015, sigur, at fyrstu fer danir nevna ríkisfelagsskap er í 1935. Hetta verður tá sagt um sambandssáttmálan frá 1450, eisini nevndur Bergenssáttmálin, sum tá umfataði Noreg og Danmarkar ríki, ið var ein sokallað unión. Danir hava sostatt uppfunnið orði “ríkisfelagsskapur” millum tvey sjálvstøðug lond. 

Tá danir minnast aftur til 1935, kunnu teir passaliga spyrja seg sjálvar um ikki sambandssáttmálin er líka so væl galdandi í dag, sum í 1935?!

Kringvarpið royndi at punktera hendan veruleikan við at senda Sølvará, inn á banan fyri at bjarga Tjóðveldinum, men tað riggar ikki, tó at hann fær sagt, at grundlógin varð lýst at galda fyri Danmark, og fyri Føroyar.

Men hann evnaði ikki at staðfesta, at danska grundlógin var lýst at gala fyri Føroyar við løgtingslóg, sum ikki var nakar vilji hjá føroyingum, men bara hjá dønum, og tí kann danska grundlógin ikki vera galdandi, sum grundlóg fyri Føroyar.

Ein viðmerkjari segði, at tað var fullkomuliga ókeypis fyri Zakariasi at siga, at hann ikki skuldi taka við stuðli frá donsku stjórnini. tí tað kundi ikki koma upp á tal, at hann fekk so nógvar atkvøður, at hann kundi fáa nakað yvirhøvur. Hann var kr. 74.458 krónur við síðuna av sannleikanum!

Støðan er púra greið. Veljararnir vildu polarisering.

Tað høvdu umboðini hjá Fólkaflokkinum ikki funnið útav. Tey høvdu ikki minstu hóming av, hvat rørdist í teimum, sum undan gingu í flokkinum. Tey áttu at lisið bókina um Thorstein Petersen, sum er fordømi hjá Zakariasi Wang, til ikki at skriva undir donsku grundlógina, um danir ikki skrivað undir, at virða sambandssáttmálan. 

Hasi hava nógv at læra um fortíðina hjá flokkinum, sum nú bara er ein skýggi av tí, sum forfedrarnir kláraðu á politiska pallinum. Men veljarin vildi tvinga flokkin eftir frælsisleiðini.

Valið snúði seg ikki um gerandisspurningar sum, at millióningar ikki vildu hava pensjón tá teir fylla 67, men hvat fáa slitnir og fátækir borgarar burturúr?

Veljarin vildi hava tjóðskapin á breddan!