Oddagrein: The Good, the Bad and the Ugly
Tað er ein ávísur maktstrukturur í hesum samfelagnum, sum hevur sett seg á definitiónsrættin uppá hvat góður journalistikkur er fyri ein stødd.
Tó at Oyggjatíðindi hevur staðið fyri flestu avdúkingum í Føroyum í nýggjari tíð, so hevur verið gjørt alt fyri at tiga hetta burtur. Orsøkin er einføld tann, at tá tey ikki sjálvi tora ella evna at gera tað sama, so er tað lættari bara at siga, at tað eru hini tað er galið við.
At hjálpa teimum hava tey jú havt hesa sjúku rættarskipanina, sum hevur forfylgt blaðnum við tí endamáli, at kritiskar meiningar skulu ikki hava nakað stað at koma til, fyri at forða fyri, at maktstruktururin í samfelagnum skal ikki hava nakað mótspæl.
Maktstruktururin livir best við at hava tamarhald á pressuni. Tað hava tey ikki havt við Oyggjatíðindum, og tað er beinleiðis orsøkin til, at blaðstjórin er dømdur so oftani fyri tær meiningar onnur navngivin fólk hava havt í blaðnum.
Tað , sum kann undra er, at hetta verður góðtikið av journalistum og fakfelagi, tí tað er ikki bara eitt blað, ella ein blaðstjóri, sum verður dømdur, men eitt heilt yrki.
Tilvitað er farið eftir boðberanum, og ikki eftir keldunum, og tað er fyri at fremja sensurin, og fyri at steðga blaðnum.
Vit vita, at Dimmalætting, sum nú ikki kemur út longur, hevur breggja sær av, at vera kritisk. Bara í ávísum førum, hevur hetta blað verið kritiskt, og tá hevur ongin fingið ilt av nøkrum, men í somu løtu kritikkurin kundi gingið út yvir onkran, sum stóð blaðnum nær, er kritikkurin tagnaður.
Og journalistikkurin og kritikkurin gekk ikki hond í hond, um talan var um at miðilin kundi missa lýsingar, og tað er tann stóri trupulleikin hjá Einglapressuni, sum av eini ella aðrari orsøk eisini vil sleppa at avgera, hvussu eitt fólkaræði skal skiljast, og hvat hevur týdning og hvat ikki hevur týdning.
Men tann, sum trýr, at betri pláss verður fyri øðrum, at Dimma søkkur, mugu trúgva umaftur. Sosialurin verður ikki bjargaður av lýsingunum úr dómhúsinum, sum fyribils hevur valt at lýsa har, og tí er tað bara ein spurningur um tíð, nær hetta blað eisini koppar, saman við Prentstøðini o.ø..
Eitt samfelag, sum okkara hevur serliga brúk fyri, at standa saman, men tað hevur eydnast maktstrukturinum at fremja okkurt slag av journalistiskum apertaid:
The Good, the Bad and the Ugly
----------
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...