Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Tey vilja onki við einum fátækramarki

Sonja Jógvansdóttir, tók seg úr nevndini.

- Eg helt, at tað var best at taka meg aftur!

Hon hevur annars alla tíðina verið limur í arbeiðsbólkinum.

Men sunnukvøldið segði hon seg úr bólkinum og hon stendur sostatt ikki aftanfyri álitið um tað føroyska fátækramarkið, sum verður handað Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum.

Sonja Jógvansdóttir vil ikki siga, akkurát, hví hon er so ósamd við bólkin, at hon gjørdi av at taka seg aftur, men hon hevur víst á, at ætlanin er onki annað at gera, enn bara at kanna meira.

Kanningin gevur nøkur amboð, men langt frá nokk.

Men hon sigur eisini, at tað vóru nógvar orðingar í álitinum um eitt føroyskt fátækramark, hon ikki vildi leggja navn til, hvørki persónliga ella fakliga.

Hon sigur, at hon umhugsaði ymsar møguleikar og kom til ta niðurstøðu, at tað var ruddiligast fyri allar partar, at hon bara tók seg úr bólkinum.** Hon umhugsaði annars eisini at gera sítt egna minnilutatilmæli, men eftir at hava hugsað seg um kom hon til ta niðurstøðu, at taka seg úr nevndini.

Tað sigur ikki so lítið, at umboðið hjá arbeiðararørsluni ikki kundi taka undir við álitinum um eitt fátækramark.

Sonja trýr ikki uppá, at fátækramarkið verður loyst við hesum álitinum, og tað gera vit heldur ikki.

----

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...