Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Terrorpakkin hjá Tjóðveldi

Skal uppskotið hjá Tjóðveldi skiljast rætt, og sum nú sýnist hava undirtøku í løgtinginum, so skal tað vera gjørligt, at døma fólk fyri at hava illavornar tankar.

Hetta vísir bara hvussu langt frá veuleikanum hesin flokkurin ríður á sínum flodhesti. Flokkurin hevur ikki minstu hóming av, hvat frælsi er fyri ein stødd.

Hann hevur totalt mist “jørðforbindilsi”. Formaðurin er ikki annað enn ein sjokoláta-drongur, sum smeltar í hitanum millum heitar kvinnur, sum ikki heldur duga at halda dýnuna heita.

Bara uppstillingin hjá flokkinum til komandi fólkatingsval, vísir, at flokkurin als ikki er rikin av politikki, men bert er drigin av teimum pengum, sum flokkurin kann fáa, bara við at silla upp - hálv millión fyri tað.

Vit vita í hvussu so er, at Zakarias Wang, hevur avgjørt at stilla upp til fólkatingsvalið, men vit vita eisini, at hesin maðurin ikki vil hava pengar frá dønum fyri sítt mandat, og tekur ikki í móti øðrum fíggjarligum ískoytum fyri at føra valstríð fyri.

Kenna vit Zakarias Wang rætt, so noktar hann eisini at skriva undir at vera trúgvur í móti donsku grundlógini, eins og Thorstein Petersen, eisini gjørdi.

Torstein kom so ikki í fólkatingið, men danir vardu sína støðu við, at Torstein ikki hevði fyri neyðini at skriva undir, at virða grundlógina. Hann hevði, sambært dønum, longu givið til kennar at virða grundlógina, tá hann stillaði upp.

Men hvat við Tobba, Høgna og Erlendi. Teir hava allir tríggir skriva undir, at virða donsku grundlógina. Hetta merkir, at Tjóðveldi hevur langt síðani melda seg inn í danska ríki, og at tað tí er ein tata hjá hesum flokki, at vilja sleppa útaftur.

Og nú vilja tey lóggeva eftir einaræðisprinsippum!!?

-----

Kvartalshald fyri kr. 150,00 kann fáast her: oyggjat@livant.fo