Oddagrein: Tað reina taliban-land
Seinastu dagarnar hava vit upplivað hvussu langt vit eru sokkin fólkaræðisliga.
Orsøkin er eisini til at fáa eyga á, tí soleiðis er samfelagið umsitið í fleiri ártíggir, og nú brúkar ES sama gapistokk í móti føroyingum, sum danir hava brúkt í móti føroyingum í teirri donsku rættarskipanini.
Seinast vit frættu um hetta mál, vóru føroyingar farnir at fyrireika at leggja trætuna fyri altjóða gerðarættin, sum ikki er so lítið áhugavert, og prinsipielt.
Vit vita, at fólkaræðisliga ganga nationalar lógir og avgerðir av vegnum fyri altjóða lóggávu, men tað er langt frá altíð, at Danmark virðir hesa støðuna, sum vit eisini kenna hana í samband við mannarættindadómstólin í Strasbourg.
Vit vita, at Danmark og Føroyar smíða nationalar lógir, sum beinleiðis stríða í móti mannarættindaprinsippunum.
Hetta hevur verið bakkað upp av Europeiska Samveldinum. Spurningurin er bara um hesin risin aftur torir at ávirka Havrættardómstólin.
Eitt er givið. Føroyingar verða hildnir fyri tað turra gjøldir. Tað einasta, sum kann bjarga okkum er, at altjóða áhugin fyri málinum er so stórur.
Vit hava eisini tunnils-gøluna. Har er onki fantilsi í heldur. Føroyingar eru umsitingarliga bæði blindir, deyvir og mangla eisini beinini undir búkinum, tí alt siglir, og tað fær loyvi at sigla.
Tað er t.d. óhoyrt, at løgtingið skal viðgera ein sáttmála, har innihaldið ikki má vera opið. Tað er revolavarapolitikkur. Hvat líkist eisini tað, at privata tunnilsfelagið, verður umboða av sama advokatinum, sum Innlendismálaráðið.
Her eru allar verjur skræddar niður. Føroyingurin er blottaður, og frítt er at fara niður í Landskassan.
Vit undra okkum yvir, at tað ikki glógvar í nøkrum. Vit hava tó upplivað, at samgongan er ikki samd, men tað ræðir ikki so lítið, at andstøðulimir hava hug at tveita fólkaræðið fyri borð, afturfyri eitt lyfti um løtuvinning.
Tað sigur ikki so lítið, at ein bumba varð tveitt um dagarnar, at boða føroyingum frá, at svølgdu vit ikki bitan beinanvegin, so kostaði tað eina millión. Er talan ikki um tað reina taliban-land?
Er sáttmálin í veruleikanum undirskrivaður?!
----------
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...