Oddagrein: Tá pressan fellir dóm uttan reflektión
Í fleiri mánaðir var Einglapressan eftir landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Kravið var at fáa mannin frá, tí hann skuldi hava snýtt í tolli fyri 20 árum síðani.
Vit hava hoyrt, at landsstýrismaðurin tá skuldi vera frídømdur fyri ábyrgd av táverandi fútanum, men tað var at taka munnin alt ov fullan, tí fútin segði seg ikki kunna fara eftir persónum, tá tollvaldið og politiski myndugleikin, meira ella minni spældi við, og hevði eisini longu tá útpeikað flutningsfelagið, sum skurkin.
Seinni - undir sokallaðu skipagøluni, hendi nakað tað sama, tá dómar vóru feldir, men eingin kundi dømast fyri at hava villleitt landsstýrið, tí landsstýrið visti av hvat hendi. Hetta var sostatt heldur ikki nøkur frídøming, men heldur staðfesting av fakta.
Í samband við landsstýrismannin var roynt at finna avgerandi prógvið fyri, at hann hevði snýtt í tolli, men hetta klárar bara eingin at grópa fram, og tað er eisini mest sannlíkt, at landsstýrismaðurin vinnur eina rættarsak, og at tey stevndu skulu vera fegin um, at tey ikki eru stevnd fyri brot á § 268, tí okkara fatan er, at journalistarnir so vildi endað í fongsli, tí skuldsetingarnir er tiknir uppaftur og uppaftur.
Hetsurin hevur verið so effektivur, at løgtingsfólk hava tikið upp eftir pressuni. T.d. hava løgtingsfólk sagt, at tað ikki ber til at hava ein landsstýrismann, sum hevur snýtt í tolli, uttan kortini at hava prógv fyri, ella at hava sæð prógv uppá tollsvik.
Í einari roynd at spíska broddin til, gróvu journalistarnir fram Lisbeth L. Petersen fyrrverandi formann í sambandsflokkinum, sum hevði meldað seg úr flokkinum, tí flokkurin ongan sosialpolitikk hevði, men so kom endamálið við grevstrinum eftir politisku fornleivdini, at hon kundi ikki góðtaka, at sambandsflokkurin góðtók landsstýrismann, sum hevði svika í tolli, eisini uttan prógv.
Meðan hetta mál koyrir í rættinum, er túrurin komin til løgmann. Føroya rættur hevur latið hølir til kanningina av løgmanni og fyrrverandi landsstýrismanninum í Innlendismálum. Men uttan at reflektera yvir støðuna, og samanbera við lógargrundarlagið, hevur Einglapressan longu felt dóm yvir løgmann, og tingfólk í sambandsflokkinum, ið ikki hava nossir ella evnir, eru ikki sein at taka stafettuna upp, og krevja Kaj Leo frá, sum formann.
Í áravís hevur ljóðað, at Kaj Leo skuldi frá, sum formaður, men hvørjaferð eru landsfundirnir farnir afturum uttan at nakar hevur torað at bjóða av. Men hvørjaferð okkurt annað hendir, skal Kaj Leo frá!?** Hví fer Einglapressan ikki eftir øðrum - t.d. hesum:
Smávegis kanningar vísa at danir sleppa FM bandið longu í 2019 og Norra í 2017. Har kemur okkurt nýtt, sum kallast DAT(?). Útviklingurin gongur rættiliga ímóti kringvarpinum!!
----
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi.
Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...