Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Tá maktin korrumperar

Vit skulu gera vart við, at heimasíðan heldur ikki riggar í dag, og hesaferð ber ikki til at fáa myndir lagdar inn á síðuna. Her skuldi forsíðan á blaðnum eisini verið við, men á Facebook síðu okkara er forsíðan eisini.

Nú eru teir aftur, og hava brúk fyri at verja KvF, hvørs motor teir vinda í gongd, og halda við líka við forfínaðum boðfretum, men luktifríir verða teir ongantíð, og sostatt heldur ikki stovureinir. 

Ein lítil lýsing hjá Havnar kommunu á heimasíðuni hjá Oyggjatíðindum, úr stóra havinum av lýsingum annars, sum blaðið ikki fær lut í, brúkti tey sjóneykuna til at finna, at brúka í móti borgarstjóranum, og tað er, sum ikki einaferð, fyri at raka einasta óhefta blað í landinum, sum “neyðardýrini” ikki klára at stýra. 

Eitt sindur fløkt, men Tobbi er trektur upp, og sleptur út á gólvið, og har rópar hann út í tómrúmið, at “ikki ein sál lesur boðskapin”, til hann má trekkjast uppaftur til nýtt álop. Vit hava hug at staðfesta, at tá Øll vildu av við ein ávísan leiðara í útvarpinum á sinni, var tað bara “Oyggjatíðindi”, sum kravdi, at kritikkurin skuldi venda rætt. 

Oyggjatíðindi hevur ongantíð fingið pengar, og vil heldur ikki hava pengar afturfyri at lýsa sannleikan, heldur ikki í sokallaða tollmálinum, ella lygnina um løgmann, sum tásitandi andstøða orkestreraði gjøgnum KvF.

Og vit kunnu taka málið tá harðast leikaði á hjá Tobba um veðhaldið úr landskassanum rann inn allastaðnar hjá glyvramanninum, sum aftur fekk hjálp frá blaðnum, hann í dag niðurgerð. 

Tað er heldur ikki fyrstu ferð, at KvF og serliga Dimma eru eftir borgarstjóranum í Havn, sum er forfylgdur í áravís. Eg hvørki krevji, ella vil gera avtalur um tænastur fyri at fara inn í eitt mál, ið hevur mín áhuga, og eg geri eisini alt fyri, at eitt slíkt mál skal venda journalistiskt rætt, og tað kemur meira enn so fyri, at hetta verður tulkað sum “partsáhugi”, men solsiðis er tað ongantíð.

Oyggjatíðindi fer inn í mál fyri at lýsa skeivleikar, og tað er neyðugt, tí føroyska samfelagið er so fult av tramansskapi, sum hesum, tveittur er í móti borgarstjóranum í Havn, Jørgen Niclasen, o.ø.

Men felags fyri hesi mál er, at KvF fær boðini frá keldu, sum er løtt at finna, bara við at hyggja eftir láturverjunum. Okkara blað er forfylgt av hesum felagsskapi, og teirra fundamentalistum í ártíggir, millióna dómar og fongsul eftir avtalu við heimastýrismafiuna fyri at steðga blaðnum, sum ikki letur seg stýra.

Soleiðis verður tað líka so leingi, sum undirritaði hevur ábyrgdina av blaðnum. Í morgin kann støðan verða, at Tobbi grætur, tí ein ella annar er eftir honum, men í slíkari støðu er eingin munur. Vit fara inn í kjarnuna, og eru fegin, um vit so enn einaferð, klára at venda málinum rætta vegin, sjálvt um vit fáa bakbitini at føla aftaná, sum so oftani fyrr frá Tobba.

Men hetta hevur bara víst, at Tjóðveldi vil ikki hava frælsi. Tað er hetta eg havi fingið avdúkað, og tað pínir, men hesin felagsskapur er við at brotna innanífrá, og tað hava tey sjálvi biðið um.

Men soleiðis er tað so mangt, tá maktin korrumperar. dak