Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Tá loddini mangla

- Eg eri farin at vera alvorliga ímóti Eysturoyartunlinum, staðfesti Sjúrður Olsen, býráðslimur í Havn, og formaður í vinnunevndini hjá býráðnum. Hann vil hava landið at sleppa ætlanini at gera ætlaða Eysturoyartunnilin.

Og á býráðsfundinum í gjárkvøldið, var hann bersøgin, tí hann helt, at tann verkætlanin skal fyribeinast ongantíð ov skjótt.

Hann kallar tað eina luksusíløgu fyri tvær milliardir. Og hann sigur, at tað einasta, vit fáa burtur úr, er at stytta ein koyritúr hjá nøkrum ein hálvan tíma.

Hetta er farligt politiskt spæl, Sjúrður her avdúkar, og sum hann helst ikki er einsamallur um í samgonguni.

Men Sjúrður grundgevur ikki sakliga. Hann hevur bara eina grundgeving, nevniliga bara tann hálva tíman, fólk spara í tíð, men tað er ikki ein nóg góð grundgeving.

Men er tað so, at Eyrsturoyartunnilin fekk “lív” fyri at drepa alt vinnuligt lív í Havnar kommunu, so fær hendan meining stóra undirtøku. “- Man skal aldrig sige aldrig....”

Men tað torir ongin at siga, ella eisini er tað ikki ætlanin við tunnlinum, og so er Sjúrður farin langt yvir øll sømulig mørk.

-----

Í morgun komu so tíðindini frá Petur Jacobsen í útvarpinum um, at hann hevur sent út tíðindaskriv um fund og ætlanir við R7 rásuna, sum kom, tá Rás 2 ikki betalti fyri tær tænasturnar, R7 hevði veitt teimum í áravís. 

Nevndir vóru Helgi Abrahamsen, Óla Breckmann, og teir á Norðlýsinum, sum skuldu luttaka á fundinum, sum umboð fyri rásuna.

Men soleiðis sum tíðindini vórðu borin fram, so hava vit nú fingið eina ultra høgravenda rás, sum skal vera andstøðan til ultra vinstravendu pressuna.

Tað fer so framvegis at vera brúk fyri pressuni, sum vektar til báðar síður, tí tað klárar KvF als ikki, og enn minni borgarliga R7-rásin, skulu vit meta út frá føstu manningini.

Men hetta er tað, sum kann koma burturúr, tá KvF tendensiøst, og ósakligt forfylgdi Jørgen Niclasen við skuldsetingum um tollsvik sum ikki kundu prógvast.

Og nú tað er staðfest av Taks, at Atlantsflog breyt inn í vørugoymslu í 2011, og útflýggjaði ótollaðar vørur, er “larmandi” tøgn í KvF. Hetta, samanhildið við dóm og dómsviðgerð gav rúm fyri rásini til høgru fyri sakligheitina, sum andstøða til kvF, sum liggur til vinstru fyri sakligheitina.

Tí hava vit stórliga brúk fyri kritisku pressuni í miðjuni, sum loyvir øllum meiningum á vektina.

Hetta hendir tá loddini mangla á vektini.