Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Tá ið korruptiónin verður ballað inn í røktina av teimum gomlu og sjúku

Alt fór upp at flaksa, tá tað kom fram, at almannamyndugleikin hevði avgjørt, at ellis- og røktarheimini skuldu í gjøgnum ógvusligar sparingar, har m.a. boðað var frá, at tey gomlu skuldu liggja longri í seingini, og ikki verða vaskaði líka oftani, sum tey plagdu.

Almennu og privatu einglajournalistarnir, góvu ilt av sær, og gjørdu nógv burturúr, og í vikuni hevði Kringvarpið valt at viðgera málið í kjakinum aftaná Dag og Viku, og nú skuldi almannastjórin so viðgerast fyri at geva starvsfólkunum á ellis og røktarheimum munnkurv.

Sum ikki einaferð var aftur eitt umboð fyri Dimmalætting í SvF. Har skræddi Brynhild Thomsen seg um hesa munnkurvina, men hvør hevði givið Dimmalætting munnkurv í samband við úttalilsini hjá Suna á Dalbø, herfyri um, at hann var vitni til almenna korruptión í Vinniframagrunninum í 2009?

Tað skylda hesir almennu og privatu einglajournalistarnir at svara uppá alment, men tað vil eingin teirra. Orsøkin má so bara vera, at hesi fólkini eru ikki áhugaði í at avdúka almenna korruptión, um talan er um Vinnuframagrunnin, men hví tað?!!!

Og so var tað hasin almenni løgfrøðingurin, sum í kjakinum í somu Degi & Viku, pástóð, at danska grundlógin var so fantastisk, tí hon gav fólki møguleika fyri talufrælsi undir ábyrgd!

Ótrúligt, men hví skuldi so Oyggjatíðindi fáa fútabann og dóm fyri at nokta einum navngivnum persóni, at fortelja um ta ferðina, hann, sum 15 ára gamal var neyðtikin av flippu-persóni í Havn?

Hví skuldi blaðið og blaðstjórin, aftur einaferð standa standa til ábyrgd fyri úttalilsini hjá einum øðrum persóni? Hví var talufrælsi hansara, sambært § 77 í grundlógini, knappliga ikki hansara egna ábyrgd?!

Vita hesir einglajournalistar hvussu skaðiligir teir eru fyri journalistiska yrki, og hvønn tey í veruleikanum renna ørindir fyri?

Hósdagin var aftur sending í útvarpinum, stórt sæð um somu viðurskiftir. Har var ongin broddur. Tað var eisini serliga syrgiligt, tá vit frammanundan vita, at hasi fólkini hava ikki minsta áhuga í avdúkingini hjá Suna á Dalbø, sum annars sigur seg hava verið vitni til almenna korruptón í Vinnuframagrunninum.

Undir hesum viðurskiftum verða Brynhild, Øssur Winthereig, og hini, bara láturligar dukkur, sum onkur annar stýrir uttanum Vinnuframagrunnin. Tey eru bara láturlig við sínari heimagjørdu betrivitan...

Men hvat er annað at vænta, tá ið korruptiónin verður ballað inn í røktina av teimum gomlu og sjúku.

----

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...