Oddagrein: Tá Eingla-pressan er pressað
Ikki nøkur brakandi góð sending um tollmálið: Saknaðu endaliga prógvi fyri, at Jørgen hevði snýtt í tolli, og so vinkulin inn til politisku og umsitingarligu skipanina, sum átti sína ábyrgd. At alt endaði uppi í kransakøkuni hjá fútanum um, at tað kundi og mundi, og var møguligt, men at myndugleikin visti, sigur jú alt. Har var skeivt fokus, og fyri tað um onkur á Facebook hevði eina avgjørda meining Sendingina, sum viðkomandi sjálvur luttók í, eri eg ikki samdur um, at tað er ævigi sannleikin, at hatta var ein brakandi góð sending.
Lisið á in.fo: Høgni og Aksel fyrireika misálit. Í kjakinum týskvøldið varð formaðurin í Tjóðveldi, konfronteraður við, at hann - minst tvær ferðirnar, síðani tollgøluna, hevur sagt gott fyri, at Jørgen kundi gerast landsstýrismaður, hóast hann - um nakar, visti, at hansara egni landsstýrismaður í fíggjarmálum, Finnbogi Ísakson, hevði meldað fólkafloksmannin til fútan, og at fleiri greinar um hetta høvdu staðið í Oyggjatíðindum í 1997. Tað sama kann sigast um Javnaðarflokkin. Moralur er góður, men dupultmoralur er dupult so góður.
So vánaligt hevur journalistiska handverkið verið, at skuldi tollmálið enda við, at føroyingar fingu nýval, so er bara ein heilt vísur vinnari, og tað er Jørgen Niclasen, sum við viðgerðini hevur fingið “synd í mær” trumfin”. Journalistiskt átti hetta mál at verið koyrt á trimum beinum: Jørgen, Toll & Skatt, og táverandi politiska leiðslan – ikki minst táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, Jógvan Sundstein, og avloysari hansara, Finnbogi Ísakson, sum var tann, ið meldaði málið, men var ov seinur, tí umsiting hansara tá longu var sósað inn í tollmálið. Sambært fútanum, so slapp Jørgen eisini undan ákæru, tí hann hevði fingið blanco-kekkin úr erva. Hevði pressan evnað hesar vinklar, so var betri statt, og grundgevingarnar nærri sannleikanum.
Eitt nevningating hevur dømt ein 69 ára gamlan mann, at sita í fongsli í seks ár fyri ógvuliga grovan harðskap, sum elvdi til, at ein maður doyði, men eg maðurin sekur, og kann hann í heila tikið hava gjørt tað, hann er dømdur fyri. Oyggjatíðindi setir hetta mál undir luppin.
Og hvar er jokarin í drápsmálinum?
Sum vit hava skilt viðgerðina av nevningatinginum, sum førdi til, at 69 ára gamli maðurrin varð dømdur seks ár fyri sera ógvusligan harðskap, so er jokarin ikki nevndur við einum orði. Løgreglan eftirlýsti rennandi persóni, sum var sæddur á Marknagilsvegi við gerningsstaðið. Maðurin var ikki í renniklæðum.
Tá Eingla-pressan er pressað.
----
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...