Oddagrein: Spýggiligt og feikt, men eisini nokkso menniskjaligt…
Tað var bókin “Ættarsambandið við Nólsoyar Páll”, sum er útseld, ið fekk okkum at hugsa um hvussu ómetaliga stóran týdning Nólsoyar Páll og onnur gjøgnum heimssøguna, hava havt fyri stóra fjøld, og tað er, sum skilst, ein stór æra hjá nógvum, at vera í familju við t.d. Nólsoyar Páll.
Paradoksið er bara, at vórðu hesi stoltu fólkini biðin um, at standa við somu virðir í dag, sum "hetjan" stóð fyri tá, vildu tey flestu vent honum bakið. Vit hava somu støðuna við Mandela, Gandhi, Móður Theresu, og øðrum, sum hava gjørt seg sermerkt í heimssøguni, og sum øll í dag eru so "forlipt" í, men ikki meina nakað annað við enn persónligt bringupríði í ego-dalinum.
Men ikki øll hava eina frágreiðing uppá, hvussu vit skulu uppfata hesar hetjur. Summi halda, at vit eiga at finna okkara egna støði at berjast fyri í 2013, og so trúgva uppá okkara egna samleika, og ikki brúka samleikan hjá øðrum.
Men oftast snýr tað seg bara um at seta seg upp í móti órætti, og hjálpa teimum minnu mentu. Tann uppgávan er eins átrokandi í dag, sum í gjár ella fyri 200 árum síðani, men vit kunnu bara brúka okkara egna samleika at spegla okkum í, ikki samleikan hjá øðrum, men vit kunnu læra av øðrum.
Nólsoyar Páll, hevur fingið ein minnisstein í Nólsoy. Har stendur skrivað: Minnið um kappan livir. Men er tað, at minnast, nokk? Neyvan! Læra vit onki av hesum úrmælingum, so hava tey livað til onga nyttu. Tey standa fyri nøkrum grundleggjandi prinsippum, sum øldir ikki bara kann skumpa av vegnum.
Tað er eisini ov bíligt, at siga, at vit ikki í 2013, kunnu taka til eftertektar tað, sum hesi fólkini í heimssøguni hava víst okkum á. Velja vit at virðismeta hesi undangongufólk, og ta, tey hava staðið fyri, hava vit samstundis tikið teirra virðir til okkum, men tað gevur ikki nakra meining, at vísa virðing fyri hesum fólkum, sum hentleikaflagg í samrøðum, ella á Facebook, og so annars ikki ganga upp í tann næstrakærleika hesi fólkini liðið so nógv fyri at fremja í verki fyri, at onnur kunnu fáa tað betri.
Av hesum var Nólsoyar Páll ímyndin av einum uppreistrarsinnaðum persóni, sum lá í stríði við yvirvøldina, sum hann metti traðkaði á borgararnar. Hann vísti dirvi at siga hvat hann meinti, og tað var tá eisini nógv meira vandamikið enn tað er í dag. Tað sigst eisini, at tað var hendan sama yvirvøld, ið hann bardist í móti, sum til síðst tók lívið av honum.
Men skulu vit bara brúka hesi fólkini, at spegla okkara egna stoltleika í, uttan at bera teirra stafettir víðari, so virða vit ikki teirra minni serliga høgt.
Eitt sindur spýggiligt og feikt, men eisini nokkso menniskjaligt og veikt.
----
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...