Oddagrein: So binda vit í
Dómurin eigur ikki at ávirka tíðindaflutningin. Halloooos:Dómurin í sakarmálinum, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, reisti um ærumeiðing, eigur ikki at ávirka tíðindaflutningin í fjølmiðlunum. Tað sigur Árni Gregersen, viðmerkjari. - Hetta var eitt mál um ærumeiðing, og rætturin hevur revsað við ...
So græt Kaj Leo alment. Í nokkso langa tíð, hevur Kaj ikki upplivað, at vera ovastur á kransakakuni hjá sambandsflokkinum, og tað kann vera orsøk til, at hann følir trongd til at rópa sína frustratión út um geilar: Bárður var óloyalur.
Helst toldi hann ikki, at formenninir í samstarvsflokkunum, Sambandsflokkinum og Vinstra, eru samdir um grundleggjandi felags virðir og samstarv í Ríkisfelagsskapinum.
Nýggi formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður Nielsen, hevur á fundi hitt formannin í Vinstra, Lars Løkke Rasmussen, ið eisini er forsætisráðharri Danmarkar.
Fundurin fór fram í Forsætismálaráðnum í Keypmannahavn, har ið formenninir í samstarvsflokkunum báðum høvdu høvið at tosa saman um mál av felags áhuga.
”Lars Løkke Rasmussen og eg eru samdir um tey grundleggjandi felags virðini í Ríkisfelagsskapinum, og flokkar okkara arbeiða fyri at menna felagsskapin til felags gagn fyri føroyingar, danir og grønlendingar”.
Meðan hetta fer fram í Danmark, velur Kaj her heima, at gráta síni søltu tár í Sossinum, sum var partur av toyminum, sum feldi mannin:
- Eg eri ein loyalur maður, og má bara viðganga, at Bárður ikki altíð hevur verið tað ímóti mær, tá ið eg sat sum formaður. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, nú vanligur tingmaður í Sambandsflokkinum, he, het.....
Rás tvey bleiv til sjey...
Vit hava ikki hoyrt so nógv frá hesi endurnýggjaðu rásini hjá Petur Jacobsen, men vit vóru tó so heppin, at hoyra sending hjá Óla Breckmann í gjár. Hann hevði tveir gestir og ein dómara . Teir vóru Kaj Leo Holm Johannesen og Jørgen Niclasen. Og sum verturin segði, so hevði hann eisini fingið Jógvan Jespersen, fólkalívsfrøðing, at halda í oyruni á hinum báðum. Jógvan slapp at eita Jespersen, tó at hann er doyptur Mørkøre, og vit kunnu við vissu siga, at tað eydnaðist Óla Breckmann, at halda í oyrunum á Jógvani.
Hetta var so stan hesa vikuna, Vit binda í aftur í komandi viku....