Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Skuggaboksingin

Tey duga enn væl at lúgva hjá Gallup. Einaferð fyrr hevur Oyggjatíðindi verið partur av einari kanning. Ta ferðina las ongin blaðið. Sannleikin var eisini tann, at blaðið var ikki við í kanningini tá spurt varð, men tá úrslitið skuldi lýsast var ongin lesari. 

Nú visti Sosialurin, at siga, at bert 6 % lesa Oyggjatíðindi (www). Hesaferð er Oyggjatíðindi einasta blað við, sum ikki er í pappírsútgávu, men bara kemur út í pdf - t.v.s. teldutøkt, og so er tað heimasíðan, sum ikki telur við. 

Aftur hesaferð var tað Sosialurin, ið gjørdi kanningina. Hasi vita at pella við tølum; tað hava tey so víst fyrr. 

Men mangt verður eisini í neyðini nýtt...

Aftaná, at Oyggjatíðindi hevði gjørt vart við hetta á Facebook, tók Gallup, Oyggjatíðindi burturúr kanningini.

Úrslitið av kanningini hjá Gammeltoft, var soltið. Ein løgfrøðislig ávaring, og tað hevði heldur ongan praktiskan týdning, at Kári ikki gav tinginum allar upplýsingarnar, tó at tað var brot á lógina um ábyrgd landsstýrismanna, tí Einglapressan hevði útvegað løgtinginum neyðugu upplýsingarnar, og bjargaði sostatt landsstýrismanninum, sum helst eisini hevur hetta lið av avrættarum í huganum, áðrenn hann leggur seg um kvøldi.

Jan Lamhauge, royndi at fáa spakan undir Bárð Nielsen í tíðindunum. Næstformaðurin í Sambandsflokkinum, vildið skotið beinini undan sær sjálvum, um hann stuðlaði uppundir, at kvetta høvdið av sínum egna løgmanni, tá hetta júst ikki er tilráðingin hjá Gammeltoft Hansen, sum ikki metir lógarbrotið, at vera nóg stórt til annað enn eina átalu. 

Spenningur var eisini, um Løgtingið fór at slóða fyri martýrium-støðuni á løgtingsvalinum hjá Kaj Leo, og Kára Post, men tað hendi so ikki á hesum sinni.

Tilráðingina hjá Gammeltoft, kann formansskapurin í løgtinginum hava í huganum, tá og um ætlanin er at koma við einari politiskari niðurstøðu. Har skulu tey umseta eina bleyta løgfrøðisliga ávaring til eina politiska niðurstøðu, sum helst eigur at standa mát við átaluna frá kanningarstjóranum.

Men her kann løgtingið sjálvandi revsa harðari, men so stendur revsingin bara ikki mát við lógarbrotið, og tað kann so saktans eisini fáa politiskar avleiðingar øvugtan veg!

Men soleiðis er skuggaboksing eisini.