Oddagrein: Síðani seinast
Tað er altíð ein løgin kensla at fara í summarsteðg, og lata oyru og eygu ávirka av øðrum, og so bara royna at fáa tað frægasta burturúr.
Vit kunnu siga, at Einglapressan kappast dúgliga uppá at undirhalda. Sjálvt álvarsmál gerst undirhald, og gott undirhald verður takserað til álvarsmál, fyri at fáa biximatin svølgdan.
Men hetta er fakliga ikki nakar vakur veruleiki, men lýsir kortini sera væl eitt samfelag, sum eitt klútateppi, ið er skrætt og illa farið, og ikki hevur nakað fast mynstur ella struktur.
Politiskt er hetta samfelag langt síðani dottið á liðina, og neyðin lúrir hjá teimum, sum liva av at seta súgvirørini niður í teir ymisku kassarnar. Hetta kann ikki halda fram í langa tíð aftrat.
Verður oljan ikki funnin til heystar, so má gerast upp við klan-búskapin, og so er eisini at vóna, at vit fáa eina tiltrongda uppgerð við korruptiónina, sum er líka rótfest freist, sum narko- og alkoholisma.
Fyrsta treyt fyri grøðing, er at viðurkenna, at samfelagið er við at ganga undir í korruptión, sum er í hvørjari sprekku, umsiting og stovnum.
Herfyri hendi aftur eitt dráp, og persónur er handtikin, skuldsettur og varðhaldsfongslaður, og tá tann tíðin kemur, skal hann nokk eisini fyri eitt nevningating.
Men tað er nógv, sum bendir á, at lógargrundarlagið fyri nevningatingum í Føroyum stríðir í móti vanligum mannarættindaprinsippum, og fólkarættinum.
Hetta hava vit valt at eftirkanna, og eru í samskifti við løgmálaráðið um spurningin.
Fleiri halda annars, at tey nógvu drápini eru illa handfarin, og fá eru tey í Føroyum, sum trúgva, at hesi mál eru nóg væl lýst, og tí eru hesir dómar heldur ikki eftirfarandi.
Í dag fór danski løgmálaráðharrin av aftur landinum aftaná at hava verið her í nakrar dagar. Endamálið við túrinum var ikki bara at siga góðan dag við løgregluna, dómararnar og Ríkisumboðið.
Fundur var eisini í Tinganesi, tí onki fantilsi hevur verið á lógargrundarlagnum, tí ríkistilmælir hava ikki verið dagførd í fleiri ártíggir, og tí er galið við nevningasakum, og uppaftur fleiri justitsmorð av ymiskum øðrum slag.
Lat okkum tí beinanvegin fáa eina upprudding!!!