Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Seyðir kann bindast niður, Ikki eitt samfelag

Tað er eingin loyna, at vit her á blaðnum hava viðgjørt rættin, men so sanniliga eisini hava verið viðgjørd av rættinum.

Í seinastu viku høvdu vit áhugaverdar greina úr rættinum. Eisini fyri at vísa hvussu løgreglan arbeiðir tá hon leggur seg í seðlarnar at forfylgja fólki. Dømini eru mong, og vit hava eisini her á blaðnum verið offur, sum hin parturin av pressuni ikki sær, og tí heldur skuldi savna seg í Blindafelagnum.

Í grein í seinastu viku vístu vit á hvussu blaðstjórin bleiv ákærdur í 1992, tí ein navngivin persónur, hevði úttala seg um ein dómara, sum hesin ikki dámdi. Dómarin avtalaði við ákæruvaldið at fara eftir boðberanum fyri at stegða blaðnum, sum gav loyvi til slíkt.

Í hesari proses, vísti fútin á, at sami persónur hevði eisini sagt okkurt minni gott um fútan, sum so helt, tá blaðstjórin kortini skal dømast, kann hann líka so væl eisini dømast fyri hetta hjá fútanum, sum annars onki hevði við málið at gera.

At blaðstjórin onki hevði við málið at gera, gjørdi minni. Hann skuldi dømast, og hann skuldi eisini dømast fongsul, men tá hendan sakin ikki bar mannin í fongsul, so tóku tey trumfin, Global-sakina fram undan vaðingini, har blaðstjórin varð dømdur treytaða fongsulsrevsing fyri at skriva, at skipini vóru bygd við fiktivum eginpeningi.

At Skattavaldið hevði gjørt avtalu við Globalmenninir um, at teir skuldu gjalda skatt av fiktiva eginpeninginum, sum eisini varð brúktur til skattligar avskrivingar, og at dómurin í móti blaðstjóranum so var dottin sundur, gjørdi minni. Upp í reyvina við øllum, bara blaðstjórin sleppur í Fongsul. Alt fyri framburð. Justitia leingi livi, var parollurin frá hesum klóku fólkum, sum skuldu halda justits.

Hevði hetta verið undantakið, men hetta er regulin. Aftur í blaðnum í dag skjalprógva vit, at ein dómari dømir, at ein samstarvsfelagið hevði ikki rætt til persón út úr rættinum, sum umboðaði Oyggjatíðindi, men tá hann eftirfylgjandi, saman við tveimum øðrum feldu dóm, gekk hesin lodrætt í móti teirra egnu avgerð. Soleiðis hevur hendan stætt framleitt prógv í móti sær sjálvari, men onki fær avleiðingar og tí sleppur slíkt at halda fram.

Ongin má trúgva, at talan er um einligar svalar. Nei, als ikki. Soleiðis verður ein rúgva av føroyingum viðfarnir. Fyri okkum at síggja er talan um ein sport, at forfylgja fólki, sum bara ikki mugu fáa rætt.

Blaðstjórin situr og skrivar bók um sítt lív, eisini sum blaðstjóri, er vundin gjøgnum rættarskipanina, og nýttur til sosialhjálp til svangar advokatar, sum mangla talentini. Men fleiri aðrar bøkur í umbúna við veruleikum úr hesum sjúka heimi. Tá rættarskipanin er so sjúk koma trupulleikarnir skolandi út í samfelagið, í umsitingina. Í samband við hetta kemur bók um stríðið á Vaktar- og bjargingartænastuna.

 Seyður kann bindast niður, men ikki eitt heilt samfelag.

----------

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...