Oddagrein: Samfelagið er sum eitt fløkt klútateppi
Tá løgtingsfólk týsdagin fóru undir 2. viðgerð av einum uppskoti um Búnaðargrunnin, kom undan kavi, at lógin var farin úr gildi fyri slakari viku síðani. Hetta førdi til, at gamla lógin aftur skuldi setast í gildi, og til ta hendir, virkar Búnaðargrunnurin uttan lógargrundarlag.
Men tað er ikki nakar skaði, tá hetta samfelag kortini ikki verður rikið eftir nakrari ávísari lóg, og tað er eisini vælkent, at í Føroyum eru ikki øll líka fyri teimum lógum, sum annars eru í gildi.
Tað kann í hvussu so er staðfestast, at hetta samfelag kann sammetast við eitt klútateppi, har mynstrini eru fløkt og annars lítið fantilsi er á. Vit liva, sum best ber til. Samfelagið byggir ikki á nakrar ávísar meginreglur. Tað, sum telur er, hvør stýrir hvørjum og hvør er í parti við hvørjum. Talan er um okkurt slag av høvdingaveldi, har maktin er sentrerað hjá ávísum persónum ella klanum, og als ikki har, makt annars hoyrir heima – hjá landsins borgarum.
Tann, sum ikki hoyrir til klanin er prísgivin um viðkomandi tekur munnan ov fullan, ella bara talar at, tá fólkaræðisligu prinsippini verða ikki vird. Sjálvt í løgtinginum eru sokallaðir frælsisflokkar, sum ikki hava minstu hóming av hvat frælsi er fyri ein stødd, og tí góðtaka teir eisini, tá mannarættindini ikki verða vird í samfelagnum, tá brotini verða framd av einum heimastýrisstovni, antin hann er danskur ella føroyskur.
Her á blaðnum hava vit aftur sett hol á eina gamla sak frá 2009. Tá bóðu vit viðmerking frá Vinnuframagrunninum, og frá landsstýrismanninum í Vinnumálum. Vinnuframagrunnurin svaraði, at hjá teimum kom eingin viðmerking, og landsstýrismaðurin segði seg ongi skjøl hava at gera viðmerkingar til, men tagdi við, at Suni á Dalbø hevði sagt honum, at Vinnuframagrunnurin virkaði í lógloysi.
Hetta váttar Suni á Dalbø í dag, og vit hava so eisini biðið landsstýrismannin, Johan Dahl, koma við viðmerkingum um, hví hann valdi at koyra Suna á Dalbø úr nevndini, uttan at seta kanningar av grunninum í verk í 2009, og um hann hevði stuðul frá løgmanni.
Oyggjatíðindi hevur sent avrit av fyrispunringinum til formannin í Landsstýrismálanevndini, Sirið Stenberg, men tað er sjálvandi ongin vissa fyri, at hetta broytir nakað. Øll Einglapressan veit hvat alt hetta stendur í, men hon tigur og letur sum um onki er hent, og í mesta lagi strekkir onkur seg til at siga, at vit hava víst á hetta ella hatta…
Samfelagið er sum eitt fløkt klútateppi, og korruptiónin skal hava frið at liva sítt egna lív.
----
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...