Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Sambandsmaður við broddi

Í gjár skiftu fólkatingslimirnir orð um røðuna hjá forsætismálaráðharranum. Tað var tíðuligt, at ríkisfelsgsskapurin ikki hevur tað gott.

Meðan grønlendingarnir koyrdu hart uppá at útvinna uran til friðarlig endamál, var Edmund Joensen, runt á allari palettuni, og danir fingu so hatturin passaði av atfinningum. Hann var eisini samdur við andstøðuni og Eindarlistanum um, at tað líktist svartasta ongum, at danir gjørdu mun á føroyingum, og so borgarum úr øðrum londum, og vísti á fleiri grov dømir.

Edmund Joensen var ikki nøgdur við, at danskar havnir vóru stongdar fyri føroyskum skipum, og retoriskt vísti hann á, at Danmark var onki uttan Føroyar og Grønland. Sjúrði Skaale, helt ikki, at tað var undarligt, at danir stongdu havnirnar fyri føroyingum, men helt tað vera eitt bragd, at danir høvdu loyvt føroyingum at fara út í altjóða rætt við ósemjuni um sildina og makrelin.

Men lat okkum taka afturíaftur ein fyrispurning, sum Sjúrði Skaale, hevur sett Morten Bødskov, løgmalaráðharra, 10. januar 2012, um tey mongu, sum bíða eftir revsing í Føroyum:

”Hvad vil ministeren gøre for at sikre flere pladser i arresten på Færøerne, således at ventetiden for at afsone straf på Færøerne kan bringes ned, og færøske varetægtsfanger slipper for at blive overført til Danmark, og retsplejeloven dermed overholdes?”

Spurdi føroyski fólkatingslimurin:

Et andet væsentligt princip ved valget er imidlertid, at den dømte ikke bør anbringes under mere restriktive forhold end nødvendigt. Isoleret set vil dette princip medføre, at dømte, som er hjemmehørende på Færøerne, som udgangspunkt skal anbringes i åbent fængsel i Danmark, eftersom der ikke er åben kapacitet på Færøerne, svaraði Bødskov, m.a.

Í prinsippinum sleppa føroyingar í opið fongsul í Danmark, men teir skulu betala ferðaseðilin sjálvir. Teir sleppa eisini í fótleinkju, men teir skulu sjálvir betala. Hetta er at gera mun á. Og sjálvt um føroyingar senda eina rúgvu av klagum um Danmark til mannarættindadómstólin í Strasbourg, so hava danir gjørt tað so snilt, at klagurnar úr Føroyum, drukna í donskum klagum, júst fyri ikki at avdúka, at fleiri klagur eru úr Føroyum og úr Grønlandi, men tá ið londini ikki verða nevnd, skal altjóða samfelagið ikki hava illgruna um, at í Føroyum og í Grønlandi, verða mannarættindini ikki hildin, og standurin tí er sera ringur í donsku rættarskipanini. Tað hevur Edmund tíverri ikki eyga fyri.

Síðani kunnu danir, sum ST-limaland, sita og sýta føroyingum og grønlendingum at fáa sínar sakir viðgjørdar í Strasbourg við at nýta veto-rætt, eins og Kina og Russland, gera tað í trygdarráðnum hjá ST, har danir so sita við heimsins longsta moralska peikifingri, og tosa um mannarættindabrot!!????

Hvørki føroyingar ella grønlendingar royna at bøta um hendan órættin, sjálvt um fólkatingið vildi verið rætta staðið, men í gjár var tað so sambandsmaðurin, ið átti broddin, og tað er kortini langt ímillum.

----------

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...