Oddagrein: Rot kann koma í tá fakligheitin melur í ring
Í blaðnum í dag hava vit vinklað áhugaverdar greinar, sum átti at givið fólkið nakað at hugsað um.
Vit vilja ikki bara lýsa hvussu Einglapressan arbeiðir, men eisini hvussu lætt tað sýnist vera at tapa eina sak í rættarskipanini, har peningastovnur, er partur í einum máli, sum ríkiskassin hevur áhuga í, og úrsliti tí verður litað av støðuni.
Talan er um sakarmálið hjá Dulavík og Poul Michelsen, sum luktar av politiskum dómum, og sum tí eiga at roynast í Hægstarætti ella um neyðugt, eisini við dómstólin í Strasbourg.
Tað, sum er so syrgiligt í Føroyum, er, at almenna umsitingin er veik, og oftani fær fólk fatan av, at fakligheitin ikki er serliga sterk. Ein av orsøkunum kann vera, at leiðslurnar eru tungar og fakliga veikar, og helst ikki vilja hava fólk inn, sum fakliga liggja omanfyri, og tí oftani kunnu útstilla leiðslurnar nekativt.
Ein stovnur, sum títt er komin í okkara fokus, er Mentamálaráðið. Vit kundu tikið eina rúgvu av dømum, men lat okkum taka málið við Randi Ward, sum var komin úr USA at lesa á Setrinum. Hóast hon vísti á, at har fylgdu tey ikki lógargrundarlagnum, so megnaði MMR, ikki at reflektera yvir trupulleikan og fáa rætta skeivleikan. Eftirlitið virkaði heldur ikki.
Seinni var ein kanning av tveimum lærarum í Fuglafirði. Politiskt valdi MMR at steðga kanningini, sekkja skúlastjóran, og betala honum 3,5 milliónir. Rættarskipanin tryggjaði, at ongin slapp at vitna um tann partin, sum kostaði landskassanum dýrt.
Herfyri avdúkaðu vit, at maskinskúlanæmingur heilt týðuligt ikki slapp at gera seg lidnan á skúlanum, skjøl vóru krógvaði í áravís, men skúlin var vardur av eftirlitinum, sum vit ganga út frá enn er á sama støði.
Tað var eisini klandur á MMR, sum fekk ein aðalstjóra fluttan, meðan Poul Gert Hansen, tekur við. Hann er er svágraður við stjóran á Søvnum Landsins, Andras Mortensen, sum er í farloyvi, og settur er Erland Viberg Sørensen, sum fakliga ikki var brúk fyri hjá Havnar kommunu. Vit leggja merki til, at hesin verður tikin framum fornfrøðingin, Símun Arge.
Áðrenn Søvn Landsins, skifti navn, var tað ein treyt fyri at gerast stjóri, at hesin var fornfrøðingur. Vit vita ikki um fornfrøðingurin er skrivaður út úr lógartekstinum, men fakliga er hetta ikki longur eitt krav, sum leiðsla fyri stovnin.
Ein annar, sum kommunan ikki hevði brúk fyri fakliga, var Tórálvur Weihe, sum nú er Savns-arkitektur, sum aftur er nærmasta familja hjá Armgarð Weihe í MMR, sum knappliga fremur uppgávurnar hjá deildarleiðaranum, Martin Næs, ið sigst vera sjúkur. Hennara maður arbeiðir eisini á stovninum.
Rot kann koma í tá fakligheitin melur í ring.
----
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...