Oddagrein: Renna aftaná donskum stuðli
Nú grætur Vinnuframi, og bróður hansara í Klaksvík um, at íløguhugurin í nýggjar vinnur hevur verið ongin seinastu fimm árini.Kringvarpið ber tíðindini, og øll virka bilsin, men er ikki demens komið í journalistikkin? Føroyingar hava annars fingið at vita alt um hvussu systkinabarnabandin reikaði í Vinnuframagrunninum, og at tveir persónar eru meldaðir til SØK fyri ikki at hava havt nóg gott eftirlit við grunninum.
Tað mundi ikki vera tað nógva av pengum, sum rakk út til verulig vinnuprosjektir tá avtornaði. Eitt sindur ósmæðið at koma við slíkum, tá deildin fyri fíggjarligan kriminalitet hjá løgregluni, kannar málið.
Javnaðarflokkurin er í móti ES limaskapi, men peikar á Sjúrða Skaale, sum vil ES-limaskap?!! Hvar er logikkurin, Aksel?!
Og fortel okkum hvar heimildin er at taka í móti kr. 30,50 fyri hvørja atkvøðu til flokkarnar úr danska ríkiskassanum? Er ikki talan um lógarbrot, Aksel?!
Tað er annars eisini heilt ótrúligt, at tað í fleiri ár hevur borið til at betalt føroyskum flokkum danskan ríkisstuðul fyri at stilla upp.
Prísurin hevur verið 22,50 fyri hvørja atkvøðu, og talan er sostatt um slakar 500 túsund krónur til ein flokk, sum Tjóðveldi.
Vit hava roynt at fingið at vita frá hesum flokki, sum hevur yvirskriftina til fólkatingsvalið, at føroyingar eiga at gevast við biddaragongdini.
Tað er ikki samsvar millum, at Tjóðveldi heldur, at blokkurin skal ikki hækka, tí tað er skomm, samstundis sum stuðuls-“blokkurin” til Tjóðveldi, gott kundi hækka, og at tað ikki skal vera skomm.
Tjóðveldi grundgevur, at tað er dýrt at reka valstríð, men heldur ikki, at Sambandsflokkurin kann brúka somu grundgeving, nevniliga at tað er dýrt at reka samfelagið uttan ein nóg stóran blokk.
Tað allar grovasta við øllum hesum er, at tað er ikki lógargrundarlag fyri at útgjalda stuðul til føroysku flokkarnar.
Fyri at kunna gjalda hendan pening út, skal ein løgtingslóg fyriliggja við einum ríkislógartilmæli, men tað ger tað ikki.
Í fleiri ár hevur tað sostatt verið ólógligt útgjald, og Danmark gongur á. Føroyingar renna aftaná.