Oddagrein: Orðaskvaldur úr ekkodalinum
Í blaðnum seinasta fríggjadag var gleðin stór. Sofus Hansen, sum hevur arbeitt hart fyri at Kirsten Hammer, skuldi fáa sína fyritíðarpensjón aftur, sum hon hevði mist, tí hon eitt skifti var noydd at fara til Danmarkar at hjálpa soninum, knappliga fekk at vita, at hon kortini ikki skuldi í gjøgnum eina møðandi tíð við nýggjum kanningum og niðurstøðum, sum longu vóru tiknar.
Hon kundi fáa fyritíðarpensjónina aftur, sjálvt um Almannaverkið segði ta øvugta, segði Heri Petersen, fulltrúi í Almannamálaráðnum.
Men nú er aftur vent í holuni, tí onki, sum fulltrúin, segði í seinastu viku, var eftirfarandi, og so kemur ein umbering, sum ikki kann takserast, sum annað enn slutur fyri ein slatur:
Í sambandi við spurningin um fyritíðarpensjónistar, sum flyta millum Danmark og Føroyar er svarið ikki so einfalt, sum eg gav til kennar í tlf. hendan dagin tú ringdi, sigur hann við Sofus Hansen:
Upplýsingarnar, sum eg hevði fingið, vóru ikki fullfíggjaðar, tí í høvuðsheitum er tað soleiðis, at tað er bert í teimum førum, tá ein hevur verið í Danmark í stutta tíð, at pensjónin heldur fram óbroytt.
- Við stutta tíð verður vanliga sagt upp til eitt ár. Hevur ein verið í Danmark í longri tíð, er tað vanliga soleiðis, at tað skal ein nýggj viðgerð til á Almannaverkinum, har støða skal takast til, um og í hvønn mun støði undir pensjónsveitingini er broytt, sigur fulltrúin:
Tað er ymiskt frá mál til mál, hvussu drúgv tann nýggja viðgerðin er – tað er ein ítøkilig meting á Almannaverkinum og læknaligu ráðgevingini.
Skjalprógv frá viðkomandi donskum myndugleikum kunnu í ein ávísan mun eisini takast við í viðgerðina og harvið lætta- og stytta um málsgongdina, staðfestir Heri Petersen, fulltrúi, at enda í orðaskvaldrinum úr Ekkodalinum.
----------
Av øðrum hesa vikuna kunnu vit nevna, at ein myndamaður hevur sagt í samrøðu við BT, at NETS visti av lekanum til SE & Hør:
So er hetta støðan:
Donsk rættarskipan hevur fyrr felt dóm um, at tann, sum veit seg verða snýttan, kann ikki fáa tann, ið snýtir dømdan: Føroyska skipagølan frá áttati- og nítiárunum í Landsrættardómi.
Ella var tann dómurin skeivur?!!
----
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...