Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Onki eftirlit við stovnum

Í eina tíð hava vit fylgt málinum um maskinskúlanæmingin, sum Maskinskúlin dumpaði í matematikkroynd, í 2004.

Tað er helt tíðuligt, at umsitingin hjá føroyskum stovnum, má metast at vera sera veik, men tað, sum er meira ræðandi er, at eftirlitið er onki.

Vit síggja í skjalainnlitinum, at Rættarhjálpin heilt fátæksliga staðfestir, at eingin kunngerð er á økinum, samstundis sum tað verður sagt, at fyrisitingarlógin so er galdandi.

Men tekur so samanum, og sigur, at skúlin avgerð hvør mannagongd skal brúkast. Her verður roynt at blása við mjøl í munninum, tí tá bara fyrisitingarlógin er galdandi í støðuni, so er onki annað galdandi, og so hevur skúlin onki annað at velja enn bara fyrisitingarlógina.

Tað skuldi ikki verið so ringt at funnið útav, men vísti Rættarhjálpin á tann vegin, so var eisini neyðugt at staðfesta, at Vinnuháskúlin ikki hevði hildið seg til reglarnar.

Søvn Landsins, sum varar av innlitsskjølum hjá stovnum, staðfesti, at skúlin var ein rótibutikk, men hetta fær ongar avleiðingar yvirhøvur.

At skúlanæmingurin dumpar í 2004, og ikki fær innkalling til nýggja roynd, og annars ikki fær innlit í sítt egna mál fyrr enn í 2007, er innlýsandi brot á fyrisitingarlógina.

At næmingurin so haraftrat verður hildin uttanfyri gestalistan til skúlaskip vísir, at skúlin onkusvegna hevnir seg, tí næmingurin noktaði at taka kæruna aftur, og sigur, at hann var hóttur til at gera tað.

Vit uppliva ein aðalstjóra í Mentamálaráðnum, sum ikki veit petti um álvarsliga kæru, sum annars er farin í gjøgnum MMR, og enntá send løgmansskrivstovuni, sum annars eisini hevur avvíst, at nakað var galið við royndini.

Men tað ringasta er, at tá vit á blaðnum gera vart við, at Vinnuháskúlin hevur hildið royndina hjá næminginum uttanfyri pensum í 2004, sigur núverandi landsstýrismaður bara: Tað er beklagiligt. Vit vilja bara hjálpa næminginum at koma uppaftur í fakinum, hann dumpaði í, sigur Bjørn Kalsø.

Tá vit so vísa á veruleikan, at M6-bólkurin frá 2005, klagaði yvir pensum, og at tveir næmingar sluppu undan at fara uppaftur til roynd, ja, so hevur landsstýrismaðurin onga frágreiðing, men tosar bara um at hjálpa, men heldur samstundis fast í, at summi eru meira líka enn onnur. Onki eftirlit er við stovnum.

----

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...