Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Ongin ábyrgd

Hósdagin komu tíðindini um, at løgtingið hevði fingið eitt lógaruppskot um sensur. Tað passaði teimum væl. Uppskotið skuldi sendast í løgtingið meðan landsstýrismaðurin var upptikin av øðrum, tí tað er hann, sum skal taka skrædlið og ábyrgdina fyri tí, stór-losjulimirnir hava sett út í kortið. 

Tað er ongin ivi um, at stórlosjan hevur til endamál, at forða øllum, sum hava áhuga í at arbeiða við sjálvstøðugum journalistikki. Oyggjatíðindi hevur verið ein forðing í fleiri ár tíggir. Blaðið hevur verið tagd burtur, og bara verið tikið fram við hvørt, men er av teimum, sum vita betur, altíð verið hildið at verið ringa samvitskan, sum ikki skal nevnast. 

Tað er, sum Finn Helmsdal, plagdi at siga tað, at Oyggjatíðindi var ringa samvitskan hjá almennu miðlunum, og soleiðis hevur tað helst eisini verið í fleiri ártíggir. Støðan hevur tó ikki verið tann, at hesir ikki hava havt áhuga í at gjørt kritiskan journalistikk, men spurningurin hevur verið meira, um tey tordu, høvdu dirvi. Og tað hava tey so ikki havt, og so er tað bara Oyggjatíðindir, sum tað er galið við. 

Tær avdúkingarnar, sum framdar eru í Føroyum seinastu nógvu árini, eru tó ikki komnar frá almennu ella Einglapressuni, men bara frá Oyggjtíðindum.

Vit hava gjørt okkum stóran ómak at avdúka alt møguligt í samfelagnum, men meira vit hava avdúka, størri hevur mótstøðan verið frá hinum miðlunum, sum antin ikki høvdu evnini ella bara ikki tordu, og soleiðis hevur leikur verið í fleiri ártíggir. 

Og nú einglarnir sjálvir eru dømdir, fær pípan heilt annað ljóð. Tað er ikki okkara borð. Vit hava ikki ábyrgdina. Tað eru hini, sum hava ábyrgdina fyri tí journalistikki, vit hava staðið fyri, og sum ongin annar mátti blanda seg uppí.

Og nú vilja tey hava løgtingið at vælsignað hetta slag av journalistikki. Nú er eisini eitt lógaruppskoti sent løgtinginum um stuðul til privatar fjølmiðlar. Tað serliga við hesum lógaruppskoti er, at Oyggjatíðindi, sum einasti veruligi kritiski miðilin í landinum, ikki so frægt sum lúkar treytirnar at søkja um stuðul. Effektivt, at halda kritiskum journalistikki uttanfyri Stór-losju-konseptið, sum tillagar Pravda-politikkin eftir sínum egna høvdi: 

Tey kravja onga ábyrgd at hava fyri journalistikkinum, tey sjálvi krevja at at sleppa at standa fyri.