Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Og so fara vit á safari

Og so bleiv ein gamal maður dømdur fyri blygnaðarskemd, og fyri at simulerað samlegu við sjeyð og hund.  Gamlingurin bleiv dømdur, men hann er í andsøgn við annan dóm:

Tað eydnaðist at fáa dóm feldan yvir boðberan, sum hevði lýst kyttlisjúku í einum almennum barnaskúla.  Tað var ikki loyvt at siga frá. Dómurin bleiv  haraftrat staðfestur av Landsrættinum, og tí átti verjin hjá gamla manninum, at farið víðari við hesum málinum, tí kunnu hasir kalarnir nakað, so er tað at framleiða prógv í móti sær sjálvum.

Hetta var so bara eitt av mongum dømum um, at rættarskipanin skeyt seg sjálva í fótin, og “Einglapressan” rennir aftaná. Meðan barnaskúlin varð blottaður við dómi fyri Gudi og monnum, skuldi  76 ára gamli maðurin verða hæddarpunktið fyri ólevnaði og blygnaðarskemd í samband við dýr, sum rakk allar forsíður í landinum. ...

Annika Olsen hevur skrivliga boðað mær frá at hon er í valbólki við samgonguni, sigur løgtingsformaðurin.

Sostatt er tað greitt, at Annika Olsen, sigur eitt, men meinar nakað annað, tí umberingin, hon gav fyri at sleppa úr Framsókn, tekur hon annars í seg aftur, tá hon skrivliga meldar seg inn í valbólkin hjá samgonguni...

Vit fáa eisini at vita, at væntandi tollavgreiðsla, ikki bara hoyrir fortíðini til:

Her er sostatt talan um, at Atlantsflog, brýtur inn í vørugoymslu, sum felagið als ikki hevur heimild til, og útflýggjar ótollaðar vørur. Her brýtur felagið sostatt tollllógina, meðan Magni Arge, sum í dag er fólkatingslimur, var stjóri í felagnum, sum tað sæst, eisini brýtur lógina aftaná, at táverandi stjórin er koyrdur úr starvinum....

Og so er ikki meir “safari” í hesi útberingini.