Oddagrein: Nakrar ræstar greipur
Á middegi hósdagin, slapp pllitiska sossa- og vrøvl-høvdið, Eirikur Lindenskov, nýggjasti limurin í Eingla-losjuni, at gera politiskar viðmerkingar í Kringvarpinum.Um kvøldi var túrurin komin til politiska viðmerkjaran hjá Ríkisumboðnum, javnaðarmannin, John Johannesen, sum slapp í Kringvarpið við uppáhaldum og gitingum um, at løgmaður verður argaður.
Hví verður maðurin ikki biðin um at prógva sín pástand, ella í hvussu so er gera sítt egna vrøvl, sannlíkt, og ikki bara vera sær sjálvum so líkur. Líkist ongum við slíkum lík-dansi í almennari líkkortesju.
Í Degi & Viku, kom so túrurin til klóka Dimmuavrættaran, Árna Gregersen, sum dansaði politiskan línudans í spælistovuni hjá KvF.
Hufff, slíkt er strævi....
Ber ikki til at tekna krígstrygging fyri at hyggja og lurta eftir slíkum skotriðum av svansi?!
Tey skuldu goldið fyri at sent slíkan Capoone´buding, sum tey heldur kundu roynt at fingið at hanga á vegginum, so Kinna kundi gjørt sína meting av listaverkinum, áðrenn alt gleið millum fingrarnar.
Tjóðveldisumboðini vilja av við blokkin, men tá spurt verður um hesi somu umboð eisini vilja av við donsku pensjónirnar fyri sín egna leiklut, sum fólkatingslimir, kemur kjatband á retorisku evnini, og tøgnin verður ropað út um geilar?!
Moralur er góður, og bla, bla...
Og meðan vit eru við moralin, so kunnu vit líka tríva í gøluna í Danmark, sum DR avdúkaði í samband við dementan psykiatara, ið feilviðgjørdi fleiri sjúklingar, so fólk bæði blivu sjúk og onkur doyði eisini.
Stjórin í danska Sunhedsstyrelsen varð sekkjaður, tá tað kom fram á ráðharrin á økinum, Nick Hekkerup, kortini ikki hevði fingið allar upplýsingarnar, hann hevði kravt at fáa.
Men hetta er helst bara toppurin á ísfjallinum í danskari umsiting. Vit hava fleiri dómar, sum als ikki eru borðbærir, og tí í dag bara eru prógv í móti einari sjúkari skipan, sum onki eftirlit er við.
Hetta kemur fyrr ella seinni, sum ein flóðalda omanyvir Danmark - ein bók er í hvussu so er ávegis, og aðrar kreftir hava eisini sett seg við luppi, at greina fleiri dómar.
Hetta vóru so nakrar ræstar greipur.