Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Merkið høgt, og stíva sigarføring

Í gjár vóru føroyingar aftur savnaðir at virða merkið við nógvum mergjaðum, og góðum talum, men hvat hava vit at bjóða, tá vit ikki so frægt sum klára at hava eina reina slóð og eitt reint samfelags sinni?

Sjálvt politisku flokkarnir klára ikki at liva upp til hugsjónarliga støði, teir einaferð vórðu stovnaðir uppá - mannarættindini verða ikki vird, og kortini eru tað flokkar, sum siga seg leita eftir frælsi.

Harra gud. Frælsið byrjar inni í okkum sjálvum. Tá vit hava mannarættinda prinsippini í okkara lóggávu, og kortini ikki klára at geva borgarunum hesa trygdina, so hava vit, sum samfelag ikki fingið hesa sjálvfylgjuna inn í okkum sjálvi, og tí eru vit heldur ikki ment at lyfta nakað frælsi:

Høgrasnaringin styrkir javnaðarflokkin, segði formaðurin, Aksel V. Johannesen í samband við árligu seansuna.

Hvat meinar formaðurin við?

Hvussu kann ein høgrasnaring styrkja javnaðarflokkin, tá flokkurin ikki ger annað enn fylgir høgrasnaringini í staðin fyri at venda til vinstru, fyri at vinna aftur hugsjónarligu virðini hjá flokkinum.

Trupulleikin hjá Javnaðarflokkinum er, at veljararnir onki val fáa, tá allir flokkar í Føroyum føra høgrapolitikk, og at vinstrapolitikkurin liggur í lummanum hjá Fólkaflokkinum.

Tað er ófatiligt, men síðani tryggingar og grunnar eru komnir undir føroyskt eftirlit, hevur eftirlitið av hesum stovnum gingið út uppá, at nokta innlit og eftirlit í t.d. Tryggingina.

Tað luktar langan veg, at Tryggingareftirlitið nú pástendur, at føroysku fakfeløgini eru ov veik at keypa Lív. Eingin eind í Føroyum er so sterk, sum fakfeløgini, og tí má kravi frá Vinnumálaráðnum vera, at Tryggingareftirlitið prógvar opið og alment, at TF Holding, reelt er betri fyri enn fakfeløgini, og teirra reservar.

Hvussu sterkt er TF Holding? Hvussu nógv er pynt? Er talan ikki bara at sleppa av við ein kappingarneyta, so TF Holding kann keypa Lív bíligt, tí felagsskapurin kann vera illa fyri, og tí fær eingin innlit í veruligu støðuna?

At enda skal vera víst á hvussu ússaligt okkara samfelag er. Í 2009, avdúkar Suni á Dalbø, almenna korruptión. Sí grein í blaðnum. Hann verður tagdur av Einglunum, og sekkjaður í staðin fyri at verða premieraður. Vit fremja korruptiónina við at halda merkið høgt, og tosa um frælsi við stívari nationalari sigarføring. Tað heldur bara ikki ein millimetur??!!!

----

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo  og tú ert við...

---------------