Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Krógva og blunda

Og so kom tað aftur. Hesaferð verður tað kallað “feilbókingar og aðrir skeivleikar hjá Strandferðsluni.

Feilbókingar vóru fyri tilsamans 10 milliónir krónur, og eru eru staðfest í ársroknskapunum hjá Strandferðsluni síðstu árini, vísir KvF á.

Í praksis merkir tað, at nú verða allar útreiðslur og inntøkur hjá Strandferðsluni bókaðar beinleiðis í felags Búskaparskipanini.

Frammanundan vórðu bara høvuðstølini send Búskaparskipanini, soleiðis at tey kundu brúkast í landsroknskapinum. Tá hetta arbeiðið varð gjørt, varnaðust tey, at tølini stemmaðu ikki.

Víst verðurÍtøkiliga er talan um 9,9 milliónir krónur, sum eru á muni millum tað, sum stovnurin sigur seg hava brúkt - og tað sum er fráboðað til landsroknskapirnar síðstu árini. Frávik eru í roknskapunum fyri 2007, 2008, 2012 og 2013.

Tað, sum fellur í eyguni við hesum er, at ongin sigur seg føran fyri at siga, um pengar eru brúktir uttan heimild, men fólk eru uppsøgd hjá SL, og onnur eru sett, so kravið má vera, at hesir upplýsingar verða kannaðir út í æsir, og lagdir út til almenningin.

Men vit leggja eisini merki til, at aðrir stovnar, sum milt sagt, eisini kunnu metast at vera ein rótibutikk, sleppa undan at verða nevndir av kvF, sum onkusvegna, følir størri trong at fara eftir summum stovnum, meðan aðrir stovnar fáa frið.

Herfyri viðgjørdu vit kritisku frágreiðingina hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum var ein rótibutikk, av aðrari verð. 

Vit halda tað er løgið, at KvF ikki følir ábyrgd, og viðger hendan í samfelagnum so sentrala stovnin, sum annars skal vera ímyndin av reiðiligheit, og reinleika. Her er partur av kritikkinum: 

Hóast nýggja lógin um Fróðskaparsetrið hevur verið í gildi síðani 2008, ger Setrið framvegis roknskap fyri “Fróðskaparsetur Føroya - sjálveigandi stovnur”, har ognir, leiguinntøkur og peningastovnskontur verða skrásettar, og leiðslan hevur ikki tikið stig til at fáa peningastovnskontur o.a. í landsroknskapin.

Í september 2013 greiddi leiðslan á Setrinum frá, at hon helt seg ikki hava heimild til at taka avgerð um hugtøkini sjálveigandi- ella landsstovnur.

Leiðslan kann reisa málið mótvegis stýrinum, sum síðani má viðgera spurningin við Mentamálaráðið, stóð at lesa í frágreiðingini. Í meðan spæla tey krógva og blunda við føroysku finansunum...