Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Kramarhúsið

Rættiligir menn! SEV dugdi at tiga áðrenn nakar visti, at Johan Dahl, fór at siga farvæl til politikk, men nú øll vita, at hann er á veg út, avdúkar tann siðiligi, nærlagdi, glansdrongurin, Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, at hann eigur eina lortaspann til landsstýrismannin, sum hann í 12´ta tíma onki hevur í móti at stoyta í høvdið á Johan Dahl. 

Soleiðis virka summir persónar, tá onkrar aðrar umstøður hava lagt mótstøðumannin niður, og tað tí onki kostar, at sparka til retorisk verjuleys. 

Men KvF rennir aftur aftaná maktini, og evnar at vera í parti við tí, sum vinnur. Tað er ikki onki av evnum at hava, skilst.

Nú stendur eisini Bústaðir alment fram, og sigur, at fleiri kvinnur vilja til Føroyar, bara tey fáa okkurt at búgva í. 

Sjálvandi er ein “tollur” á Setrinum, og spinnur okkurt, sum skal eita trúvirði um garrvilla pástandin, men hesi taka als ikki við í mentu, at kvinnurnar, sum hava høga útbúgving, als ikki fáa arbeiði í Føroyum, tí junta-klanir og familjur, hava fingið patent uppá størvini. 

Hetta hava tey fingið hjálp til frá politisku skipanini, sum hinvegin grætur um øll, sum ikki koma heim. Setrið dugur eisini bara til torvmold.

Tjóðveldi hevur fingið 2, 5 milliónir í stuðli úr danska ríkiskassanum síðani 2001, og hevur søkt um at fingið hálva millión árliga tey næstu fýra árini. Samstundis kallar flokkurin Sambandsflokkin fyri biddaraflokk. 

Her lekur millum teori og praksis, og tað vildu teir gomlu ikki sagt var ein góður flokkur, sum onkur tó heldur Tjóðveldi at vera. Men tað er teirra val, og tey hava loyvi til at bidda danskan stuðul, men so eiga tey at viðurkenna sambandið við virðing.

Tjóðveldisstuðlar hava ikki fangað, at tað var andstøðan, sum leyg í løgtinginum um m.a., at CIP-gjaldið var ólógligt, og fekk eina 6 millióna kanning uppá lygnina. Gammeltoft segði hinvegin, at CIP-avtalan als ikki var ólóglig. Trupulleikin var bara, at Kaj Leo, kom sjálvur ikki væl frá at trúgva lygnini hjá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn, og segði seg ikki hava gjørt nakra avtalu. Hví skulu føroyingar velja C, E, ella F, sum hava logið fyri løgtinginum við einum endamáli, at fella ein politiskan mótstøðumann, og gjørdu sær dælt av, at Kaj leo Holm Johannesen, trúði hesi lygnini hjá teimum, og fekk nøsina?!

Hetta var kramarhúsið á hesum sinni. 

Gott val.