Oddagrein: Kramarhúsið hesa vikuna
Seinastu tvær vikurnar hava verið áhugaverdar, tí ein fremmandur fuglur kom til Føroyar, tí hann hevði hoyrt neyðarrópið frá føroyingum, sum ikki fáa hjálp frá myndugleikunum í Føroyum, og tann parturin av pressuni, sum vil hjálpa, er og verður dømdur, fordømdur, og forðaður.
Danska Ekstrablaðið hevur fingið prógv fyri, at í Føroyum eru galdandi heilt aðrar journalistiskar treytir enn í nøkrum øðrum landi.
Ein av orsøkunum til, at hetta blað velur at taka neyðarrópini í álvara er ein norðurlendsk kanning, sum eisini føroyingar hava verið við til at gera.
Hendan kanning vísir, at tað eru nógvar ferðir fleiri føroysk børn, sum eru fyri seksuellum ágangi enn t.d. donsk børn.
Beinanvegin velur almenna Føroyar at fara í verjustøðu, og føroyski granskarin verður brúktur at verja borg, og Einglapressan ber víðari, krógvar og velur tølini út.
Trupulleikin er, at kanningin umfatar 8.klassarnar í norðurlondum, og tí heldur umberingin ikki, at pedofilrakt donsk børn eru á stovni, og tí eru donsku tølini lægri.
Tað er í hvussu so er eitt faktum, at danskir stovnar hava ikki tilboð til 8.klassa næmingar, og tí kann tað heldur ikki vera vera rætt, at hesir næmingar eru á stovni, sum ikki hava hetta skúlatilboð.
Og soleiðis kunnu vit jú blíva við. Vit kundu spurt hví SvF royndi at krógvi øll hini tølini í kanningini, men tað kunnu vit so avdúka, tí øll tølini vístu, at onga aðrastaðni í norðurlondum er støðan hjá børnum og ungum so vánalig, sum júst her heima.
Og nú danski forsætismálaráðharrin er farin avstað aftur, kunnu vit gera støðuna upp um, hvussu vit kláraðu uppgávuna, sum vertir.
Vit mugu staðfesta, at føroyingar vóru amatørar, men ikki allir gestirnir vóru líka taktiskir:
Einglarnir dugdu sær hvørki hógv á tíðindafundinum, og als ikki í samrøðuni við Thorning, ella í Degi & Viku, men hasin danski embætismaðurin átti so eisini at hildið kjaft um kvotur, sum gestur hjá kvotabaróninum í Klaksvík.
Og løgmaður átti eisini at vita betur enn at tosa føroyskt við donskum gesti undir liðini í Christianskirkjuni. Har var alt illa frágingið. Hetta var so úr kramarhúsinum hesa vikuna...
----
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...