Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Kókað reyð pylsa frá Tulip

Herfyri kjakaðust Einglarnir aftur um pressuna í Ekko-dalinum. Og ein av góðkendu løgfrøðingunum var boðin á gátt, at geva góð løgfrøðislig ráð.

Hesin dugdi ikki at síggja nakrar forðingar fyri, at miðlar kundu nevna nøvn frá rættarfundum, har hurðarnar vóru opnar, og einki refferat- ella navnaforboð var sett.

Hugurin at nevna nøvn hjá pørtunum var kanska ikki so stórur, men semja var í minsta lagi um, at hetta var loyvt. Alt annað vildi verið sensurur, sambært grein 77 í teirri donsku grundlógini.

Inni í blaðnum er grein um Bjarta Reyðberg Grástein, sum er illa sjúkur. Hann tordi at fortelja sína søgu um, hvussu hann var misbrúktur, bara 15 ára gamal.

Men fyri at steðga manninum, valdi rætturin at geva fútaforboð til pressuna, sum í sjálvum sær er brot á grein 77 í grundlógini, sum sigur, at tað ongantíð aftur má fremjast sensurur í Føroyum. Her var framdur forhondssensur, sum eisini er í stríð við mannarættindaprinsippini og ST.

Tá blaðstjórin varð stevndur, og skuldi skriva frá egnum rættarfundi, fekk blaðið aftur vitjan av rættinum. Tá bleiv sett fútaforboð fyri, at blaðið kundi koma út. Onki refferat ella navnaforboð var annars sett. Aftur lodrættur sensurur.

Men felags fyri hesar báðar hendingarnar var, at sokallaða Einglapressan, tagdi, og lat standa til.

Ein sokallaður frælsisflokkur, sum Tjóðveldi, nevnir bara frælsi hjá samkyntum, men gloymir restina, og gevur bók út um síni egnu avrik, og boyggir søguna.

Tað er ótrúligt, at ein flokkur skal sleppa at misnýta og avskeplað eina slíka ritgerð. Gott, at vit hava fakligar kritiskar røddir, sum gevur rithøvundanum okkurt slag av uppreisn, við at siga frá um allar teir ókvalifiseraðu kokkarnar, sum ikki hava gjørt annað enn svansað uppií “sósini”, fyri at fáa sín politiska boðskap sjónligari, tá tey ikki evna handverkið.

Og hesa vikuna søgdu tey hetta um føroysku rossini: “- At teirra eginleikar í mangar mátar líkjast okkara egnu: - Tey eru lág á vøkstri, eru tøtt og heldur treisk.”

Hatta er tvætl: Føroysku rossini eru nógv meira verd enn føroyingar flest, sum tíverri hava rygg, sum ein kókað reyð pylsa frá Tulips. Tað er onki at reypa sær av, og undantøkini eru fá.

----

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...