Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Justitsmorðini sjónligari

Dan Klein --- 20.11.2015 - 12:03

Lat okkum fyrst staðfesta hvat Lands-rætturin sigur í dóminum mikudagin:

Beskyttelsen af pressens ytringsfrihed vedrørende forhold af samfundsmæssig interesse omfatter efter Den Europæiske Menneskerettighedskonventions artikel 10, således som denne fortolkes af Den Europæiske Menneskerettighedsdomstol, bl.a. kritiske vurderinger, når de er baseret på et tilstrækkeligt faktuelt grundlag, men også den form, hvori udsagn fremsættes, herunder at pressen i en vis udstrækning overdriver eller provokerer. 

Hetta var tað, sum ikki bara gav fýra journalistum víðkaðar heimildir, men heilt serligar heimildir til ikki at prógva eitt sokallað lógarbrot.

Sami Landsrættur hevur ikki givið pláss til Oyggjatíðindir at brúka artkl. 10 í mannarættindakonventiónini. Hvørki tá navngivin klientur segði seg ikki vera avroknaðan av advokati, og heldur ikki ta ferðina, Oyggjatíðindi viðgjørdi eitt virki í Runavík fyri at betala vinningsbýti við nekativum roknskapi, sjálvt um virkið í veruleikanum var fallitt.

Heldur ikki var artikul 10 galdandi fyri blaðstjóran, sum lýsti eina kanning í barnaskúla, sjálvt um tað eydnaðist at koyra skúlastjóran frá, og senda rokningina uppá 3,5 milliónir í Landskassan.

Hetta hevði kortini ikki almennan áhuga, segði rættarskipanin?!

Heldur onki hendi, tá hesin dómurin, varð lagdur undir eina nýggja stevning um tað sama, sum so varð dømt av sama dómara í Føroya rætti, og somuleiðis vóru landsrættardómararnir, sum annars høvdu verið niðri í sama deiggi, men loyvdu sær at døma aftur við sínum egnu dómum, sum grundarlagi.

Tað er annars ikki loyvt dómarum at vera í sama máli, men tað hendi, tá teir løgdu sín egna dóm til grund fyri dóminum, teir síðani settu seg at døma.

Vit mugu ganga út frá, at orsøkin var, at hesir dómarar, minst seks í tali, ikki tordu at óheftir dómarar komu inn yvir, og tí vildu teir tryggja sær sama úrslit, sum teir fyrr høvdu dømt.

Trupulleikin er, at hetta er ikki loyvt, men hesir hava onki havt í móti at seta seg uppum lógina, og teir sleppa væl frá hesum.

Frídømingin av teimum fýra journalistunum er ein kærkomin avdúking av einari sjúkari rættarskipan, sum ger mun á journalistum.  Hetta gjørdi justitsmorðini munandi sjónligari. 

Aparteid-dómar!