Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: ILA í journalistikkin

Herfyri varð ein veljarakanning almannakunngjørd, sum sendi Sambandsflokkin í gólvið, og samgongan var samanlagt illa fyri, meðan andstøðan, og serliga javnaðarflokkurin, fekk framgongd.

Ein av grundgevingunum var, at Sambandsflokkurin hevur mist sosialpolitikkin burtur. Trúvirði til hendan pástandin varð hongdur um hálsin á Lisbeth L. Petersen, sum meldaði seg út úr flokkinum.

Men pástandurin heldur ikki, tí Javnaðarflokkurin hevur heldur ongan sosialan profil, so orsøkin má vera ein onnur. Kanska so einfalt sum orðini hjá formanninum í Javnaðarflokkinum: Flokkurin er ein samríkjaflokkur.

Orsøkin til at samgongan misti fótafestið í hesi kanningini kann eisini vera terrorpakkin, sum samgongan atkvøddi omanyvir allar føroyingar, so eisini vit fingu eitt Big Brother-samfelag.

Tá so ein onnur kanning kom, sum var munandi øðrvísi enn tann fyrra, sjálvt um kanningarnar vóru gjørdar um somu tíð, var heilt galið. Einglapressan ruddaði hvørja forsíðu, og gjørdi tað heilt stóra burturúr.

Men tá vit vita, at hesar kanningar eru gjørdar við einum fólkagrundarlagið, sum er minni enn 500 fólk, so er óvissan púra greið.** Zakarias Wang, sigur í viðmerking í blaðnum:

Skulu hesar kanningar vera statistisk álítandi, eru tær dýrar, tí spyrjast skulu 2990 fólk.

Hansara niðurstøða er, at tað frægasta hesar kanningar kunnu brúkast til er undirhald.

Fyri nógvum árum síðani, varð Galup-kanning gjørd um føroysku miðlarnar. Spurt var hvørji bløð føroyingar lósu. Einasta blað, sum ikki varð nevnt í kanningini, var Oyggjatíðindi.

Hetta gjørdi brúkari vart við: Eg lesi eisini Oyggjatíðindi, segði hann, men svarið var einfalt. Oyggjatíðindi er ikki við í hesi kanningini. Men tá kanningin varð almannakunngjørd, var Oyggjatíðindi kortini við: ongin lesur blaðið!!??

Men hvussu skal tað vera? Miðlatátturin var aftur hesa vikuna. Sama, sum altíð, men við eykafólkum, sum eru tikin inn fyri at tað ikki skal virka alt ov býtt, men tað er, sum við alivinnuni: Lorturin liggur á botni, og útskiftingin er ongin. ILA er komið í journalistikkin. Tey bæði klappa hvørjum øðrum, og tey klippa hvørjum øðrum.

----

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...