Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Í hesi søtu summartíð

Tað er ófatiligt, sum føroyingar eru óførir í dupultmorali, klanavgerðum, lygnum, lógarbrotum og gramsi í egnar lummar.

Hetta er í hvussu so er ein góð orsøk at forfylgja kritiskum journalistum, og har hava vit so staðið fyri skotum í 30 ár meðan restin av pressuni hevur krógvað seg í lummaulluni hjá maktini. Men soleiðis má tað helst vera í einum landi, har borgarin verður eygleiddur, og tí ikki torir at geva til kennar hvat tey innast inni meina.

Tey flestu ræðast fyri forfylgingini. Fyrst í nítiárunum var ein áhugafelagsskapur av húsaeigarum stovnaður í samband við kreppuna.

Hetta var orsøk til, at SvF ikki slapp at taka myndir av limunum, tí so kundu bankarnir peika fólk út at forfylgja, men peningastovnarnir fingu kortini fatur í teimum flestu, tí føroysk pressa er sum ein opnahjallur fullur av halt-kjaft bolsjum.

Í dag skriva vit annars um ørvitisprosjektið hjá Kára P. Højgaard, sum vil lata einum útlendskum samtakið uppgávuna, at bora Skálafjarðartunnilin.

Tað, sum sermerkir hesa ætlan er, at tunnilsfelagið, skal hava allar fyrimunir, og vansarnir skulu áleggjast landskassanum.

Oyggjatíðindi hevur fyrr avdúkað hetta, sum byrjaði sum ein filantropisk ætlan, men sum síðani fór av sporinum. Vit hava eisini fyrr víst á, at filantroparnir fingu fyri hálva millión í partabrøvum, onkur segði nei til at fáa nakað, meðan advokatur bara vildi hava pengar.

Síðani minnast lesararnir hjá blaðnum, at vit avdúkaðu, at privata tunnilsfelagið fekk dátur ókeypis frá Landsverk, men kortini verður umhugsað at selja hesar upplýsingar.

Vit minna í blaðnum á, at Oyvindur Brimnes, fyrrverandi stjóri á Landsverki, hevur sagt í blaðnum, at tað er ikki loyvt at selja LV-dáturnar, men vit vita eisini at einglapressan hevur tagd og tigur um hesi viðurskiftir.

Men lat okkum eisini minna á, at Umboðsmaðurin nú bíðar eftir svarinum frá Vinnumálaráðnum um, hvat landsstýrismaðurin visti um Vinnuframagrunnin, og boðini frá Suna á Dalbø um, at talan var um eitt alment sjálvtøkuborð, sum hoyrdi heima í revsirættinum.

Í summarsteðginum, dagføra vit heimasíðuna, sum vanligt. Men vit hava valt ikki at leggja stilt við pdf-útgávuni, men koma út við blaðnum, men bara um nakað nýtt og avgerandi hendir av týdningi.

----

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...