Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Hvat hendir í løgregluni

Tað er nógv, sum bendir á, at tað er onki skil á løgregluni. Vit hava í longri tíð viðgjørt Pidda-gøluna, og tað er nógv, sum bendir á, at løgreglan verjir tey ella teir, sum hava verið við til at dripið Pidda.

Fleiri og fleiri upplýsingar koma undan kavi. T.d. loyvir løgreglan óviðkomandi at fáa skjøl úr húsunum á Gerðisvegi, hóast løgreglan hevur staðfest, at ognin er eitt morðstað, og hevur eisini ávíst hetta við gyrðingum.

Vit fara frameftir at síggja uppaftur fleiri skelkandi avdúkingar um Pidda-gøluna, men samstundis kunnu øll staðfesta, at tað er ikki bara Pidda-gølan, sum løgreglan ikki vil taka sær av.

Nú hevur Maskinmeistarafelagið eisini fingið nokk.

Við púra passivt at hyggja at hava bæði politiið, Vørn og Sjóvinnustýrið gjørt tað møguligt hjá tveimum skipum at bróta ásetingarnar í manningarlógini um vinnubrøv og talið av maskinmeistarum. Í seinasta enda snýr hetta seg um trygdina umborð, vísir formaðurin í Maskinmeistarafelagnum á. Hann hevur nú mist tolið við heimliga seinførinum og fer at kæra málið til ríkispolitiovastan.

Longu 8. apríl í ár boðaði Masinmeistarafelagið politinum frá, at línuskipið í Klakkur í Klaksvík ikki helt lógina um manning av skipum, tí mynstraðu maskinmeistararnir ikki høvdu lógarkravdu vinnubrøvini, og at teir verri enn so heldur høvdu teir førleikar, ið krevjast fyri at fáa hesi vinnubrøv.

Síðani hevur Maskinmeistarafelagið fleiri ferðir rykt politiið fyri at frætta, hvat gjørt verður við málið, men higartil hevur tað verið uttan úrslit.

Fyri einum lítlum mánaði síðani, 5. september, meldaði Maskinmeistarafelagið eisini línuskipið Eivind við heimstaði í Miðvági fyri tá tríggjar ferðir at hava mynstrað við bert einum maskinmeistara, hóast manningarlógin ásetir, at skipið skal hava tveir – ein maskinstjóra og ein 1. meistara, tí maskinorkan er so mikið stór – og hetta stendur eisini í manningarskjalinum, ið Sjóvinnustýrið skrivaði út til skipið, tá tað kom í flotan tíðliga í vár.

Heldur ikki í hesum málinum tykist politiið at hava tikið nøkur serlig stig til at kanna og greiða málið. Í øllum førum fæst onki at vita um hetta, tá rykt verður eftir svari, sigur felagið.

Men nú er tolið um at vera uppi hjá Pálli Hansen, formanni í Maskinmeistarafelagnum, men tað man eisini vera hjá føroyingum generelt, tí onki fantilsi tykist vera á politinum, og øll hava nú eisini fingið ilt í rættarkensluna, og krevja, at okkurt skilagott skal henda.** Er talan um politi ella mafiu. Vit bara spyrja!

-----------

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...