Oddagrein: Hvassa bukettin við píkum
Kringvarpið koyrdi so nógv uppá rasismu, at fólk skuldi trúgva, at hetta var ein stórur trupulleiki í Føroyum. Ongin var at fortelja teimum í kringvarpinum, at ST hevur ikki bara biðið føroyingar um at basa rasismu, men øll mannarættindabrot.Politiska luxustrøllið hjá Javnaðarflokkinum, Sjúrður Skaale, rættvísgerð seg sjálvan. Men hann fær frið, pengar og stundir, bara hann tekur undir við reyða/bláa politikkinum hjá Thorning. Tað tænir so ikki føroyingum, at hetta umboð sigur seg vera fyri ES-limaskapi, meðan flokkur hansara, sum í løtuni er Javnaðarflokkurin, ikki er samdur. Lat okkum koma burturúr hesum “ketchup í eitt hjørn politikkinum”.
Lokalu feðgarnir í Klaksvík, hava helst ikki verið í stødinum, tá boðini komu um, at nú skuldi Havnin aftur á breddan, og harvið skapa neyðuga frontin, soleiðis at politiski lokalidioturin eisini skal kunna liva, og yvirliva. Børnini í Klaksvík verða Gud havi lov, fødd á Landssjúkrahúsinum, so Havnin klípur burturav lokalidiotiska stoltleikanum hvønn dag, og tað argar, men har norðuri hava tey brúk fyri at “hata” Havnina fyri sjálvi at yvirliva.
Eirikur Lindenskov er sjálvandi argur. Hann hevði ætlað sær alla puljuna uppá 2 milliónir kr. Men uppskotið var so illa fyrireika til løgtingið, at teir miðlar, sum uppskotið skuldi stuðla upp undir, ikki so frægt sum lúkaðu treytirnar at søkja um stuðul, um ynski skuldi verið um tað. Sjálvandi kundi løgtingið ikki taka støðu til málið, tá tey, sum ætlandi skuldu søkja stuðulin, ikki lúkaðu treytirnar í uppskotinum, sum bevíst eisini var ein heimagjørd roynd hjá Bjørn Kalsø, at halda ávísar fjølmiðlar uttanfyri. Men hann er eisini stýrdur av einari umsiting við sínari egnu dagsskrá. Tað vita øll.
Við avgerðini um at stilla upp til Fólkatingsvalið, sum tey flestu vita, ikki gevur Sjálvstýrisflokkinum nakran, sum helst møguleika, kann sannlíkt henda, at hetta fær ta avleiðing, at flokkurin heldur ikki fær undirtøku á løgtingsvalinum, og tí søkkur, sum steinurin. Tekur Tjóðveldi og Fólkaflokkurin somu avgerð, so sleppa veljarar, sum byggja á frælsishugsjónina, endiliga at velja í millum teir gomlu flokkarnar, sum trúliga hava tænt heimastýrinum, og so uttanflokkalistan við Zakarias Wang, sum uppá forhond hevur avgjørt, ikki at taka løn fyri at krevja eina javnbjóðis støðu; hann fer bara at taka undir við donsku grundlógini, um danir afturfyri skriva undir uppá, at virða Bergens-sáttmálan.
Hinir sokallaðu frælsisflokkarnir, og Tjóðveldi, hava longu skrivað undir uppá at virða grundlógina. Enntá “legenden” í Tjóðveldinum, Erlendur Patursson,skrivaði undir, og gav flokkin undir danskt vald. Tað sama hava Høgni og Tobbi. Zakarias Wang, sigur seg eisini bara fara at tosa føroyskt í danska fólkatinginum. Zakarias Wang hevur roynt hetta fyrr; ta einu ferðina var hann bara góðar 200 atkvøður frá, at verða valdur í Fólkatingið.
Og so bíða øll í spenningi eftir, at Pandoras kassin í Tryggingini verður opnaður og holding-trøllini hvølvd út á gólvið...
Hetta var so “hvassa bukettin við píkum” hesa vikuna...