Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Heimurin á ranguni

Tá ið okkara heimliga almenna pressa hevur spælt fallit, og onki hevur at bjóða, tí hon ikki evnar at geva maktini mótspæl, men heldur viðspæl, er tað gott at fylgja við í tí, sum útlendskir miðlar hava av áhugaverdum tilfari, ið so ella so, eisini umfatar okkum.

DR 2 hjá Danmarks Radio má sigast at vera ein av teimum betru rásunum í Europa, tá tað snýr seg um óheftan tíðindaflutning, ella avdúkandi sendingar um álvarsom mál. Sending var t.d. um Iraq-kríggið um dagarnar, har danskir hermenn útflýggjaðu fangar til tortur (píning).** Hóast hetta var lýst við video, so hava donsku myndugleikarnir gjørt alt fyri at fjala útyvir veruleikan, og lúgva um alt og øll. Og tað er ikki serliga demokratiskt ella fólkaræðisligt:

Irakarnir, sum av donskum hermonnum vórðu útflýggjaðir til tortur, hava stevnt danska statinum, sum, fyri at seta forðingar, og verja gallskapin, hevur sett, sum krav, at irakarnir hvør í sínum lagi, skulu veita trygd fyri 40 túsund krónur, vælvitandi um, at hendan peningin hava teir ikki.

Hóast hetta, hevur býarrætturin í Keypmannahavn dømt hetta pengakrav, og tað hevur landsrætturin, so eisini, meðan danir ræddust umrøðuna, hetta mál hevur fingið í Danmark, og í útlandinum, at Hægstirættur føldi seg noyddan, at døma til fyrimuns fyri irakarnar, sum knappliga ikki høvdu fyri neyðini, at veita trygdina, við teirri grundgeving, at øll hava rætt til eina rættvísa rættargongd, eisini tey, sum onki áttu, og so skuldi staturin gjalda útreiðslurnar.

Men hetta mál skuldi so eisini viðgerast í Procesbevillingsnævnet, sum skal geva loyvi til at sakin kundi roynast ví Hægstarætti, men her var avgerð tikin um, at rættarmálið skuldi avvísast, tí treytirnar vóru ikki uppfyltar. Men hvørjar treytirnar vóru, verður ikki lýst, og ongin fær heldur nøvnini á teimum, sum hava tikið avgerðina.

Men hetta er júst ein strategi, sum danska rættarskipanin brúkar tá ið Danmark ella dómsvaldið skal verjast, tann, sum tá er mótpartur fær ongan kjans til verju. Hetta hava vit her á blaðnum uppliva fleiri ferðir, so myndin við treytunum til irakarnar er ikki ókend.

Tað er sera sjáldsamt, at Putin, skiftir orð við journalistar, men hann gjørdi herfyri eitt undantak við einum týskum journalisti. Her vísti russiski forsetin á, at Rusland, t.d. hevði givið Ukraina eitt lán uppá 125 milliardir dollarar, men at Ukraina, uppfylti ikki krøvini fyri láninum, sum russar tí kundu uppsagt, og kravt lánið goldið, men tað vildi Russland ikki gera, vísti Putin á retoriskt, meðan víst var til boykottið frá Europa.

Í somu samrøðuni, segði Putin, retoriskt, at um Russland kravdi lánið hjá Ukraina, goldið her og nú, so fór Ukraina á heysin, men um Rusland ikki gjørdi tað, fór landið sama veg. Hetta átti at givið øllum nakað at hugsa um.

Hesin russiski høvdingurin, sum ikki so oftani deilir sínar innastu tankar við heimin, segði eisini, at Ukraina var við í einari eystureuropeiskari handilsavtalu, sum gav landinum frítt at fara inn í Rusland, men um ES helt, at teirra felagsskapur kundi nýta Ukraina til transit-land at koma inn í Rusland, so máttu tey trúgva umaftur. Putin var eisini inni á hvussu vesturheimurin hevði víðka um limaskaran gjøgnum Nato, ið taldi fleiri lond, sum lógu uppat Ruslandi, sum harvið føldi seg hótt.

Sera áhugaverd samrøða, sum gav vesturheiminum eina greiðari mynd av støðuni.

Soleiðis var heimurin á ranguni hesaferð.

--------

Hald fyri kr. 150,00 ársfjóringin, kann teknast við at senda umbøn til oyggjat@livant.fo