Oddagrein: Gleðiligar páskir
Tað, sum sker so nógvum fyri bróstið, er vánaliga álitið á løgregluna og dómsvaldið í Føroyum. Fólk hava av røttum fatan av, at hesir stovnar ganga eftir jante, og ikki eftir teimum lógum, tey eru sett í verðina at arbeiða eftir.
Vit hava eisini skilt, at hesin standurin í Føroyum er kendur í teirri donsku umsitingini, sum nú roynir at bøta um álitið. Blaðið hevur skilt, at nógvir danir - bæði politistar og løgfrøðingar, hava verið í Føroyum og kanna viðurskiftini.
Tað er ongin loyna, at føroyska løgreglan í nógv harrans ár hevur verið í bólkum, sum meira ella minni hevur lúrt hvør eftir øðrum, heldur enn at royna at geva føroyingum ta røttu tænastuna.
Tey, í løgregluni, sum hava víst treytaleyst lýdni, hava verið ein partur av maktini, og harvið eisini maktmisbrúkinum, sum løgreglan er so kend fyri.
Hini, sum ikki eru góðkend av maktini, hava havt ring kor at liva og virka undir.
Tá ið fútin, sum nú er farin í starv, sum starvsfólkaleiðari í Danmark, kom til Føroya, setti hon ein varamann, sum eisini kom úr Danmark.
Einaferð ljóðaði, at tey bæði høvdu fingið til upp-gávu at rudda upp í Føroyum, men tað man vera sera ivasamt við hesi upprudding, tí tey hava virkað meira sum partur av probleminum enn ein partur av loysnini.
Pidda-gølan stendur í hvussu so er í grovari andsøgn til nakað, sum líkist einari upprudding, tó at onkur hevur hoyrt á ovastu rókini, at korruptiónin er hervilig í Grønlandi, ring í Danmark, men ongastaðnar so fúl, sum í Føroyum, og at her krevst upprudding, so sýnast slík stig ikki at vera tikin.
Tann heilt stóri trupulleikin er, at onki skott er í millum løgregluna, og fútaembætið, eins og tað heldur ikki er skott til dómsvaldið.
Allar avgerðir eru hinvegin tilpassaðar øllum instansum, sum hava arbeitt og enn arbeiða eftir losju-prinsippinum, at vinirnir skulu hjálpast, og fíggindarnir skulu knúsast.
Tað gav at býta, tá ein aðalstjóri hótti við at slíta høvdið av einum borgara, sum helt at hóttanin var so grov, at hann segði seg vilja melda tilburðin til løgregluna. Ja, ger tú bara tað, men har hevur tú ongar vinir, segði aðalstjórin, og hann hevði rætt.
Við ynski um einar gleðiligar páskir til tykkum øll.
----
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...